ELLIVU nr. 17
kr. 119,00
Á forsíðuni er Jóannes Bjartalíð. Fimm ár eftir, at hann var á fyrstu forsíðuni hjá Ellivu. Tá var hann bundin av alkoholi. Eitt hálvt ár seinni fór hann á Velbastað til avvenjingar. Í samrøðu við Ellivu greiðir hann frá lívinum áðrenn og aftan á Velbastað. Størsta byrðan var at sleppa skommini og biðja um hjálp.
Í blaðnum kanst tú eisini lesa um at Føroyar endaðu aftast í trílandakapping. Suni Merkistein greiðir frá í greinini “Útpurring eftir botnfall”. Tú kanst eisini lesa um fótbóltsis handilsmenn. Tað eru umboðsmenn, sum leita eftir spælarum í Føroyum.
Eisini er eftirmeting av kappingarárinum og eitt brot úr nýggju bókini um Toda Jónsson. Árni Nóa Atlason og Kára Sigurðsson eru ungu spælararnir at hava eyguni eftir, Eli Hentze skrivar klummu, Gunnar Nielsen velur sínar bestu 11, og so fortelur Pól F. Joensen um sína eina landsdyst.
- Lýsing
Lýsing
Ellivu er eitt føroyskt fótbóltsmagasin við tíðindum og frásagnum um føroyskan fótbólt í altjóða sniði. Talan er um eitt samfelagsrelevant fótbóltsmagasin, sum brýtur frá vanliga ítróttarjournalistikkinum. Eitt fótbóltsmagasin, sum er til alla familjuna.
Við nøkrum av bestu skrivarunum í Føroyum verður føroyskur fótbóltur lýstur á ein nýggjan og øðrvísi hátt, har dygdin á snið, myndir og greinar er í hásæti. Við Ellivu fært tú eitt magasin í lekkrum sniði og printi.
*Á enskum: Ellivu is a Faroese football magazine about Faroese football. Ellivu tells timeless and socially relevant stories with some of the country’s best writers and with a strong focus on quality, design and images.















