ELLIVU nr 18
kr. 119,00
Á forsíðuni er Dávid Reynheim úr KÍ og Aron Benjaminsen úr Víkingi. Teir eru tvey av stjørnuskotunum í føroyskum fótbólti. Báðir hava roynt at spæla fótbólt uttanlands, men hava valt at koma aftur til føroyskan fótbólt. Í blaðnum greiða teir frá hví.
Eitt annað stjørnuskot er Sólja Ernstdóttir úr KÍ. Hon bleiv í fjør vald til ársins spælara hjá kvinnum, hóast hon bara er 19 ára gomul. Hon er eisini á landsliðnum og droymir um spæla uttanlands.
Í hesi útgávuni verða øll liðini í Meistaradeildini hjá monnum viðgjørd. Vit hyggja eisini nærri at teimum fimm feløgunum, sum kunnu flyta upp í Meistaradeildina. Tað er longu greitt, at hetta verður eitt av teimum mest spennandi kappingarárunum í nýggjari tíð.
Hjá kvinnunum hyggja vit nærri at fýra av teimum stóru liðunum, og vit hava vitjan av fýra profilum til myndatøku og samrøðu.
Eisini ber til at lesa um Mikkjal K. Thomassen, sum hevur slóðað fyri, at føroyski venjarin kann klára seg í fremstu rekkjunum í Norðurlondum. Við á ferðini var Elisabet Vang, kropsligur venjari. Hon er eitt dømi um, at tað eru fleiri størv í venjarayrkinum.
Hesa ferð er tað Tórður Thomsen, sum velur sínar bestu Ellivu. Hann er millum litríkastu spælararnar í føroyskum fótbólti, og tað kemur til sjóndar á liðnum hjá honum.
- Lýsing
Lýsing
Ellivu er eitt føroyskt fótbóltsmagasin við tíðindum og frásagnum um føroyskan fótbólt í altjóða sniði. Talan er um eitt samfelagsrelevant fótbóltsmagasin, sum brýtur frá vanliga ítróttarjournalistikkinum. Eitt fótbóltsmagasin, sum er til alla familjuna.
Við nøkrum av bestu skrivarunum í Føroyum verður føroyskur fótbóltur lýstur á ein nýggjan og øðrvísi hátt, har dygdin á snið, myndir og greinar er í hásæti. Við Ellivu fært tú eitt magasin í lekkrum sniði og printi.
*Á enskum: Ellivu is a Faroese football magazine about Faroese football. Ellivu tells timeless and socially relevant stories with some of the country’s best writers and with a strong focus on quality, design and images.















