ELLIVU nr. 14

ELLIVU nr. 14

kr. 119,00

In stock

kr. 119,00

Í hesi útgávuni av Ellivu snýr tað seg ikki bara um fótbólt, men eisini um kærleika í fótbólti. Á fyrsta sinni hava vit eitt par á forsíðuni. René Shaki Joensen og Sara Samson Lamhauge fortelja um gleðina og avbjóðingarnar við einum parlagið í elituítrótti.

Søguliga greinin er um grannastríðið millum NSÍ og B68, og í táttinum “Hvar eru teir nú?” fara vit aftur til dystin millum B36 og FC Midtjylland í 2006. Ungu spælararnar eru Dávid Reynheim og Eydna Olsen Dalheim og í nýggja táttinum “Vit sum hava spælt ein landsdyst” tosa vit við Boga Reinert-Petersen, sum fekk tveir landsliðsminuttir, áðrenn hann bleiv útvístur.

Oddbjørn Joensen velur sínar bestu 11.

Vørunummar: 1233445046381 Bólkur:

Lýsing

Ellivu er eitt føroyskt fótbóltsmagasin við tíðindum og frásagnum um føroyskan fótbólt í altjóða sniði. Talan er um eitt samfelagsrelevant fótbóltsmagasin, sum brýtur frá vanliga ítróttarjournalistikkinum. Eitt fótbóltsmagasin, sum er til alla familjuna.

Við nøkrum av bestu skrivarunum í Føroyum verður føroyskur fótbóltur lýstur á ein nýggjan og øðrvísi hátt, har dygdin á snið, myndir og greinar er í hásæti. Við Ellivu fært tú eitt magasin í lekkrum sniði og printi.

*Á enskum: Ellivu is a Faroese football magazine about Faroese football. Ellivu tells timeless and socially relevant stories with some of the country’s best writers and with a strong focus on quality, design and images.