ELLIVU nr. 1
kr. 119,00
Petur Knudsen bleiv valdur til ársins spælara í 2020, og endaði tí á forsíðuni á fyrstu útgávuni í 2021. Profilarnir eru Petur Knudsen og Julia Naoomi Mortensen. Í hesi útgávuni vitjar Ellivu á Toftum, har B68 júst er flutt upp.
Her ber eisini til at lesa um minniliga meistaraheitið hjá ÍF í 1979, og fara til innandura fótbólt á Kambsdali. Ungir spælarar at hava eyguni eftir eru evnaríku Maria Vinjardsdóttir Johansen og Heini Sørensen. Suni Merkistein skrivar greinina “Frá Johan Cruyff til Hera Nolsøe og Eirik Rasmussen”.
Jákup á Borg velur sínar bestu 11.
- Lýsing
Lýsing
Ellivu er eitt føroyskt fótbóltsmagasin við tíðindum og frásagnum um føroyskan fótbólt í altjóða sniði. Talan er um eitt samfelagsrelevant fótbóltsmagasin, sum brýtur frá vanliga ítróttarjournalistikkinum. Eitt fótbóltsmagasin, sum er til alla familjuna.
Við nøkrum av bestu skrivarunum í Føroyum verður føroyskur fótbóltur lýstur á ein nýggjan og øðrvísi hátt, har dygdin á snið, myndir og greinar er í hásæti. Við Ellivu fært tú eitt magasin í lekkrum sniði og printi.
*Á enskum: Ellivu is a Faroese football magazine about Faroese football. Ellivu tells timeless and socially relevant stories with some of the country’s best writers and with a strong focus on quality, design and images.