ELLIVU nr. 10
kr. 119,00
Fyri fyrstu ferð er ein dómari á forsíðuni. Petur Reinert leggur floytuna á hillina og er profilurin í hesi útgávuni. Eisini er samrøða við tríggjar fyrrverandi dómarar. Nemus N. Djurhuus, Birgir Sondum og Eiler Rasmussen fortelja góðar søgur.
Símun Christian Olsen hevur verið í mjørkanum og spurt “Hvar eru teir nú?” frá tiltikna Fair-Play dystinum millum Føroyar og Kekka í 1998, og Emil L. Jacobsen minnist aftur á ræðudystin við útvísing og stórtapið sama árið í Estlandi við greinini “Tapið í Tallinn”. Ungur spælararnir eru Teresa Jacobsen og Ari í Haraldsstovu, og so hevur Sveinur Tróndarson kavað niður í rokniskapirnar hjá føroysku feløgunum.
Jákup Mikkelsen velur sínar bestu 11.
- Lýsing
Lýsing
Ellivu er eitt føroyskt fótbóltsmagasin við tíðindum og frásagnum um føroyskan fótbólt í altjóða sniði. Talan er um eitt samfelagsrelevant fótbóltsmagasin, sum brýtur frá vanliga ítróttarjournalistikkinum. Eitt fótbóltsmagasin, sum er til alla familjuna.
Við nøkrum av bestu skrivarunum í Føroyum verður føroyskur fótbóltur lýstur á ein nýggjan og øðrvísi hátt, har dygdin á snið, myndir og greinar er í hásæti. Við Ellivu fært tú eitt magasin í lekkrum sniði og printi.
*Á enskum: Ellivu is a Faroese football magazine about Faroese football. Ellivu tells timeless and socially relevant stories with some of the country’s best writers and with a strong focus on quality, design and images.















