ELLIVU nr. 6

ELLIVU nr. 6

kr. 89,00

In stock

kr. 89,00

Profilarnir eru Klæmint A. Olsen og Hervør Olsen. Í hesi útgávuni letur Håkan Ericson og manslandsliðið hurðarnar upp, so tú kanst fáa eitt innlit uttan fordømi í maskinrúmið hjá A-landsliðnum í fótbólti. Kom eisini við Floksmonnum hjá B36 á ferð.

Leitað verður eisini aftur til Champions League dystin millum Slavia Mozyr og VB, har vit spyrja hvar eru teir í dag? Emil L. Jacobsen skrivar um tá eysturoyggin kom á fótbóltskortið. Ungu spælararnir eru Kristina Gásdal og Áki D. Samuelsen.

Fróði Benjaminsen velur sínar bestu 11.

Vørunummar: 1233445046305 Bólkur:

Lýsing

Ellivu er eitt føroyskt fótbóltsmagasin við tíðindum og frásagnum um føroyskan fótbólt í altjóða sniði. Talan er um eitt samfelagsrelevant fótbóltsmagasin, sum brýtur frá vanliga ítróttarjournalistikkinum. Eitt fótbóltsmagasin, sum er til alla familjuna.

Við nøkrum av bestu skrivarunum í Føroyum verður føroyskur fótbóltur lýstur á ein nýggjan og øðrvísi hátt, har dygdin á snið, myndir og greinar er í hásæti. Við Ellivu fært tú eitt magasin í lekkrum sniði og printi.

*Á enskum: Ellivu is a Faroese football magazine about Faroese football. Ellivu tells timeless and socially relevant stories with some of the country’s best writers and with a strong focus on quality, design and images.