ELLIVU nr. 11
kr. 89,00
Í hesi útgávuni verður farið afturum mest umstrídda skiftið í føroyskum fótbólti, tá Jákup á Borg fyri tjúgu árum síðani skifti frá B36 til HB. Hann bleiv kallaður ”Judas á Borg”, men skiftið snúði seg ikki um pengar.
Emil L. Jacobsen skrivar um fyrstu ferðina hjá KÍ í Evropa og tosar við málhetjuna Olgar Danielsen. Pætur Petersen skrivar dagbók úr Íslandi, ungu spælararnir eru Sólja Ernstdóttir og Børge Petersen.
Abraham Løkin velur sínar bestu 11.
- Lýsing
Lýsing
Ellivu er eitt føroyskt fótbóltsmagasin við tíðindum og frásagnum um føroyskan fótbólt í altjóða sniði. Talan er um eitt samfelagsrelevant fótbóltsmagasin, sum brýtur frá vanliga ítróttarjournalistikkinum. Eitt fótbóltsmagasin, sum er til alla familjuna.
Við nøkrum av bestu skrivarunum í Føroyum verður føroyskur fótbóltur lýstur á ein nýggjan og øðrvísi hátt, har dygdin á snið, myndir og greinar er í hásæti. Við Ellivu fært tú eitt magasin í lekkrum sniði og printi.
*Á enskum: Ellivu is a Faroese football magazine about Faroese football. Ellivu tells timeless and socially relevant stories with some of the country’s best writers and with a strong focus on quality, design and images.















