ELLIVU nr. 8
kr. 89,00
Profilarnir eru Jákup B. Andreasen og Rannvá B. Andreasen. “Um Klakkin út í hoym” er heitið á grein, sum Uni Holm Johannesen hevur skrivað um tilgongdina hjá KÍ seinastu árini. Støðan er ein heilt onnur í Suðuroynni. Fótbólturin hevur ringt við at finna fótafestið og innanhýsis ósemjur leggja fótonglar fyri samstarvið. Emil L. Jacobsen hevur verið á vitjan.
Vit spyrja hvar eru teir nú, sum fóru fyrsta túrin í Evropa fyri B71. Vit hyggja nærri eftir Thomas Bjørn Miezan og Annu Katrinu Mikkelsen, sum bæði hava valt at spæla fótbólt í Danmark. Í blaðnum er eisini ein HM-upptakt til umstrídda HM-endaspælið í Katar.
Súni Olsen velur sínar bestu 11.
- Lýsing
Lýsing
Ellivu er eitt føroyskt fótbóltsmagasin við tíðindum og frásagnum um føroyskan fótbólt í altjóða sniði. Talan er um eitt samfelagsrelevant fótbóltsmagasin, sum brýtur frá vanliga ítróttarjournalistikkinum. Eitt fótbóltsmagasin, sum er til alla familjuna.
Við nøkrum av bestu skrivarunum í Føroyum verður føroyskur fótbóltur lýstur á ein nýggjan og øðrvísi hátt, har dygdin á snið, myndir og greinar er í hásæti. Við Ellivu fært tú eitt magasin í lekkrum sniði og printi.
*Á enskum: Ellivu is a Faroese football magazine about Faroese football. Ellivu tells timeless and socially relevant stories with some of the country’s best writers and with a strong focus on quality, design and images.