ELLIVU nr. 5
kr. 89,00
Profilarnir eru Ásla Johannesen og Sølvi Vatnhamar. Ellivu vitjar á Argjum, har AB er í holt við at satsa altjóða. Ungu spælararnir at hava eyguni eftir eru Jørgen Nielsen og Sunniva Willemoes.
Í søguligu greinini skrivar Emil L. Jacobsen um minniliga kappingarárið, tá Poul Andrias Jacobsen bjargaði GÍ í sínum einasta dysti tað árið. Í táttinum “Hvar eru tær nú?” verður leitað aftur til 1-0 sigurin hjá kvinnulandsliðnum í Wales í 1995.
Eisini er stuttleika fótbóltur við Tobba, Magni Mohr skrivar um vantandi granskin um kvinnufótbólt og tølini siga, at Betri deildin hevur ongantíð verið betri, og so verður lúrt í bókina hjá Juliani Johnsson um tíðina hjá honum í Hull City.
Olga Kristina Hansen velur sínar bestu 11.
- Lýsing
Lýsing
Ellivu er eitt føroyskt fótbóltsmagasin við tíðindum og frásagnum um føroyskan fótbólt í altjóða sniði. Talan er um eitt samfelagsrelevant fótbóltsmagasin, sum brýtur frá vanliga ítróttarjournalistikkinum. Eitt fótbóltsmagasin, sum er til alla familjuna.
Við nøkrum av bestu skrivarunum í Føroyum verður føroyskur fótbóltur lýstur á ein nýggjan og øðrvísi hátt, har dygdin á snið, myndir og greinar er í hásæti. Við Ellivu fært tú eitt magasin í lekkrum sniði og printi.
*Á enskum: Ellivu is a Faroese football magazine about Faroese football. Ellivu tells timeless and socially relevant stories with some of the country’s best writers and with a strong focus on quality, design and images.