Mínar søgur
kr. 325,00
Hornamaðurin, havnamaðurin og humoristurin Heðin hugleiðir
89 ára gamal hevur Heðin – hesin ævigi unglingin í sinninum – fest søgu sína á blað.
Heðin Samuelsen er ein deiligur havnamaður, og viðgerðin av grannalagnum úti í Bø, har hann er føddur og uppvaksin, ger einsini bókina til eitt týdningarmikið íkast til søguna um høvuðsstaðin.
- Lýsing
Lýsing
Hornamaðurin, havnamaðurin og humoristurin Heðin hugleiðir
“Tað er trupult at fáa eygu á stórmenni, undangongufólk ella avrekskappar í Hornaættini. Felag eyðkenni munnu vera gott handalag, glatt skemtandi lyndi, alskur til náttúruna, musikalitetur og evni at siga frá. ” Soleiðis umrøður Heðin Samuelsen sjálvur hesa faðirætt sína. Sum lesari kanst tú ikki annað enn stórfegnast um júst hesi ættarbregini, soleiðis sum tey so gávumilt streyma móti tær frá hvørjum einasta bókablaði – mestur í góðari blanding við breðgini frá hinum valaættunum hjá høvundanum.
89 ára gamal hevur Heðin – hesin ævigi unglingin í sinninum – fest søgu sína á blað.
Eitt er, at tað er ein fongur yvurhøvur at fáa ævisøgur upp í hendur. Annað er, at hansara brýtur frá tí vanliga á nærum einhvønn hátt. Hvussu vit bera víðari søgurnar úr lívi okkara, veldst um, við hvørjum brillum, vit hava eygleitt og upplivað tær. Høvundurin at hesi bókini er humoristur um ein háls, og tað litar tað mesta av tí, hann fortelur um.
Og so er Heðin so vælsignað sjálvironiskur. Speii er ovmikið av, men hann vendir tí mesta móti sær sjálvum og letur upp allar móttakararnar hjá tær sum lesara. Tær nýtist bert at skimma nakrar fáar síður, áðrenn tað gerst tær púra greitt, at her er talan um framúr áhugaverdar, stuttligar og lesilættar søgur.
Tað kann ikki annað enn imponera, hvussu virkin, Heðin hevur verið, og hvussu nógvum áhugaverdum og stuttligum, hann hevur verið partur av – innan bæði leiðslu og arbeiði annars, nevndararbeiði, áhugafeløg, bókaútgávur, frítíðarlív, tónleik og mangt annað. Sjálvdan hevur hann bara tikið lut ella íðkað. Næstan altíð hevur hann gingið á odda ella á annan hátt átikið sær sín part av ábyrgdini.
Heðin Samuelsen er ein deiligur havnamaður, og viðgerðin av grannalagnum úti í Bø, har hann er føddur og uppvaksin, ger einsini bókina til eitt týdningarmikið íkast til søguna um høvuðsstaðin.















