Fólkaatkvøðan 14. september 1946

Fólkaatkvøðan 14. september 1946

kr. 399,00

In stock

kr. 399,00

Tøki: Á goymslu Vørunummar: 9789991842653 Vørubólkar: , , , Tag: Rithøvundur:

Lýsing

Leygardagin 14. september 1946 var fólkaatkvøða í Føroyum. Hetta var av tí, at Føroya Løgting ikki kundi semjast um, hvussu viðurskiftini millum Føroya og Danmarkar skuldu verða eftir annan heimsbardaga. Føroyar og Danmørk høvdu verið hersett av hvør sínum parti i orrustuni, og tí máttu avgerðir, sum áður vóru tiknar í Danmørk, takast í Føroyum. Sum treyt fyri at taka uppaftur sambandið við Førovar kravdi Danmørk, at føroyingar skuldu ganga undir eina skipan, sum gav minni sjálvstýri, enn verið hevði síðan 1940.
Hesum tilboði fekst ikki meiriluti fyri á tingi, og 10. mai 1946 samtykti tingið at lata fólkið tala og siga sær, um takast skuldi av tilboðnum, ella Føroyar loysast frá Danmørk.
Loysingarhugsjónin hevði havt lítla undirtøku í Føroyum, og fá vóru tey, sum ivaðust í, at tilboð Danmarkar fór at vinna stórsigur. Men sum summarið leið, og tilboðið varð umrøtt, fjølgaðust tey, sum ikki tóku undir við tí, men heldur vildu, at Føroyar loystu frá Danmørk og gjørdust eitt sjálvstøðugt ríki í heimssamfelagnum. Tá endaliga úrslitið varð útvarpað klokkan hálvgum tvey sunnumorgunin 15. september, var øllum greitt, at luttøkan hevði verið óvanliga stór samanborið við luttøkuna í fólkaatkvøðum i øðrum londum, og at loysingin hevði vunnið ein trivaligan sigur. Føroyingar høvdu rikið stiórnartilboðið niður og norður og harvið sýtt fyri at velja tveir fólkatingsmenn, sýtt fyri at danskt mál skuldi hava annan rætt í Føroyum enn tann, sum okkum hóvaði, og eisini sýtt fyri at fáa stuðul úr Danmørk.
Teir, sum høvdu roynt at fingið fólk at taka undir við stjórnaruppskotinum, vóru sjálvandi illa við, men boygdu seg fyri fólksins greiðu talu. Danski forsætisráðharrin og Føroya amtmaður søgdu báðir, at tað var í lagi, at Føroyar loystu.
Men tann 24. september skrivaði kongur undir tað opna brævið, sum forsættisráðharrin legði fyri hann um at koyra Føroya Løgting til hús og skriva út nýval.
Til at kunna siga nakað haldgott um hesa gongd er neyðugt at sleppa fram at samtíðarkeldum, og her er eitt savn av øllum teimum, sum tað hevur borið til hjá Zakariasi Wang at finna, og sum á einhvønn hátt lýsa í tí myrkri, sum flestu okkara vála í, tá talan er um hesa fólkaatkvøðu – týdningarmestu hending í søgu føroysku tjóðarinnar.

Meira kunning

Vekt 1436 g