ELLIVU nr. 15
kr. 119,00
Á forsíðuni er Géza Dávid Turi, sum bíðar eftir passinum. Vakra FM-heitið hjá Víkingi setur sín stóra dám á útgávuna. Tosað verður millum annað við Jóhan Petur Poulsen, Brand Jacobsen og møðgurnar Maibritt og Eydnu.
Hvussu er tað at vera makin aftanfyri fótbóltsspælaran? Í Onglandi eru tær kendar sum WAGS og eru nógv frammi í miðlunum, men hvussu er í Føroyum? Uni Leitistein Hansen hevur sett trimum fótbóltsfrúum stevnu á Hotel Brandan.
Gestur í ”Vit – sum hava spælt ein landsdyst”, er Palli Augustinussen, ungur spælararnir eru Aron Benjaminsen og Brá Zakariasardóttir. Les eisini um spælaramenning, greipuna hjá kvinnunum hjá NSÍ og so verður hugt upp á samansetingina hjá FSF undan forsetavalinum.
John Petersen velur sínar bestu 11
- Lýsing
Lýsing
Ellivu er eitt føroyskt fótbóltsmagasin við tíðindum og frásagnum um føroyskan fótbólt í altjóða sniði. Talan er um eitt samfelagsrelevant fótbóltsmagasin, sum brýtur frá vanliga ítróttarjournalistikkinum. Eitt fótbóltsmagasin, sum er til alla familjuna.
Við nøkrum av bestu skrivarunum í Føroyum verður føroyskur fótbóltur lýstur á ein nýggjan og øðrvísi hátt, har dygdin á snið, myndir og greinar er í hásæti. Við Ellivu fært tú eitt magasin í lekkrum sniði og printi.
*Á enskum: Ellivu is a Faroese football magazine about Faroese football. Ellivu tells timeless and socially relevant stories with some of the country’s best writers and with a strong focus on quality, design and images.