ELLIVU nr. 7

ELLIVU nr. 7

kr. 89,00

In stock

kr. 89,00

Profilarnir eru Jóan Símun Edmundsson og Elsa Anna Kjartansdóttir Mohr. Høvðusstaðurin setur dám á útgávuna, har glóðheiti venjarasessurin hjá HB millum annað verður viðgjørdur. Uni Arge hugleiðir um gamla HB-húsið, sum er tikið niður.

Emil L. Jacobsen leitar aftur til 1997, tá B36 vann FM fyri fyrstu ferð í 35 ár. Í táttinum “Hvar eru teir nú?” skrivar Símun Christian Olsen um tiltikna túrin hjá HB í Tromsø, ið endaði við 10-0 ósigri. Vit minnast eisini Jákup Mortensen og fáa landsliðsfrágreiðin frá Magna Mohr.

Christian R. Mouritsen velur sínar bestu 11.

Vørunummar: 1233445046312 Bólkur:

Lýsing

Ellivu er eitt føroyskt fótbóltsmagasin við tíðindum og frásagnum um føroyskan fótbólt í altjóða sniði. Talan er um eitt samfelagsrelevant fótbóltsmagasin, sum brýtur frá vanliga ítróttarjournalistikkinum. Eitt fótbóltsmagasin, sum er til alla familjuna.

Við nøkrum av bestu skrivarunum í Føroyum verður føroyskur fótbóltur lýstur á ein nýggjan og øðrvísi hátt, har dygdin á snið, myndir og greinar er í hásæti. Við Ellivu fært tú eitt magasin í lekkrum sniði og printi.

*Á enskum: Ellivu is a Faroese football magazine about Faroese football. Ellivu tells timeless and socially relevant stories with some of the country’s best writers and with a strong focus on quality, design and images.