ELLIVU nr. 2

ELLIVU nr. 2

kr. 119,00

In stock

kr. 119,00

Profilarnir í blaðnum eru Adrian Justinussen úr HB, og Jensa Kannuberg Tórolvsdóttir úr Víkingi. Ellivu vitjar hesa ferð 07 Vestur, sum er nýggjur uppflytari í bestu deildini. Les eisini um fysioterapeutin Fanny Kruse, sum hevur verið við kvinnulandsliðnum í 20 ár.

Í hesum blaðnum kanst tú lesa tíðarleysu greinina hjá Emili L. Jacobsen um minniliga meistaraheitið hjá B71 í 1989, og tey sjey feitu árini hjá TB frá 1976 til 1982, sum Suni Merkistein skrivaði. Tú sleppur eisini við Una L. Hansen til 3. deildarfótbólt hjá EB/Streymi.

Tú kanska eisini lesa um Saritu Petersen og Olaf Bárðarson, sum eru ungir spælarar at halda eyga við og tiltikna sigurin hjá U21-landsliðnum móti Russlandi.

Hjalgrím Elttør velur sínar bestu 11.

Vørunummar: 1233445046268 Bólkur:

Lýsing

Ellivu er eitt føroyskt fótbóltsmagasin við tíðindum og frásagnum um føroyskan fótbólt í altjóða sniði. Talan er um eitt samfelagsrelevant fótbóltsmagasin, sum brýtur frá vanliga ítróttarjournalistikkinum. Eitt fótbóltsmagasin, sum er til alla familjuna.

Við nøkrum av bestu skrivarunum í Føroyum verður føroyskur fótbóltur lýstur á ein nýggjan og øðrvísi hátt, har dygdin á snið, myndir og greinar er í hásæti. Við Ellivu fært tú eitt magasin í lekkrum sniði og printi.

*Á enskum: Ellivu is a Faroese football magazine about Faroese football. Ellivu tells timeless and socially relevant stories with some of the country’s best writers and with a strong focus on quality, design and images.