

Seytjandi maðurin

Seytjandi maðurin
kr. 278,00
kr. 278,00
Hann óraði ongan vanda. Men ferðin var ov nógv til, at hann kundi stýra ella steðga bilinum. Hvaðani steinurin kom, visti hann ikki. Vanlukkan stóð skrivað á vegginum. Og ræðslan í eygunum. Hann royndi at snara róðrinum. Men ov seint var. Hann misti tamarhaldið á bilinum. Varð slongdur runt á vegnum og fór bóltandi inn í bjergið. Tí nógvu pínuni slapp hann undan. Beinir Kalsfjall var deyður á staðnum.
SEYTJANDI MAÐURIN er fjórða bókin í krimirøðini um bindiklubban, sum rekir upp bulin í føroysku spennitroyggjuni.
- Lýsing
- Meira kunning
Lýsing
Tað er val í Føroyum. Spenningurin er í hæddini. Grønu Føroyar verður tungan á vágskálini. Men tað verður ikki kenda andlitið í flokkinum, Ronja Róksdóttir, sum vinnur tingsessin og gerst avgerandi atkvøðan í føroyskum politikki. Nei, tað verður tann 37 ára gamli Beinir Kalsfjall, sum snýtir øll og gerst seytjandi maðurin í eini borgarligari samgongu.
Men tá nývaldi tinglimurin doyr í einari gátufullari ferðsluvanlukku, kemur Ronja Róksdóttir í eina serstaka og lagnukenda støðu. Og av góðum grundum kunnu fólk eisini spyrja, hvør hennara leiklutur er í tí skitna spælinum um valdið í samfelagnum.
Meira kunning
| Vekt | 583 g |
|---|
Líknandi vørur
-
-
-
-
Bøkur, Føroyskar bøkur, Krimi, Skaldsøgur, stuttsøgur og leikrit
Fryst prógv
kr. 348,00 Rithøvundur: Nina von StaffeldtLegg í kurv -
-
-
-
-
Skaldsøga, Skaldsøgur, stuttsøgur og leikrit
Ævisøgan um monologin
kr. 248,00 Rithøvundur: Olaf S. ThomsenLegg í kurv -












