

Reyði tráðurin – Javnaðarflokkurin hevur 100 ár

Reyði tráðurin – Javnaðarflokkurin hevur 100 ár
kr. 398,00
kr. 398,00
Javnaðarflokkurin hevur 100 ár á baki. Í hesum sambandi gevur flokkurin út eitt greinasavn, har 24 høvundar fara aftur um hendingar og persónar, ið hava sett sín dám á søgu floksins. Við greinum, vangamyndum og ríkum myndatilfari verður ein øld av politiskari søgu latin upp. Hetta er søgan um hugsjónir og vald. Um sigrar og ósigrar. Um menniskju, sum vildu broyta samfelagið – og sjálv vórðu broytt av tí.
Í 100 ár hevur Javnaðarflokkurin verið reyði tráðurin í føroyskum politikki. Men reyði tráðurin sigur ikki alla søguna. Hann hjálpir okkum at skilja hana – og at síggja, hvussu hugsjónir, avgerðir og menniskju hava verið við til at mynda føroyska samfelagið.
Teir 24 høvundarnir, sum hava skrivað tær 26 greinarnar í savninum, eru: Arnbjørn Ó. Dalsgarð, Barbara Gaardlykke Apol, Benny Ernstsson Lervig, Bergur Berg, Bergur Djurhuus Hansen, Eyðgunn Samuelsen, Fróði Jacobsen, Gestur Hovgaard, Hans Andrias Sølvará, Hans Jørgensen, Helgi Eidesgaard, Ingibjørg Berg, Ivan Hentze Niclasen, Jens Arni Leo Hammerfoss, Jens Pauli Nolsøe, Jóhann Mortensen, Jóna Ólavsdóttir, Kári Jespersen, Kristianna Winther Poulsen, Páll Nolsøe, Rigmor Restorff Dam, Sjúrður Skaale, Turið Nolsøe og Uni Holm Johannesen.
Bókin er ætlað øllum við áhuga fyri politikki, søgu og samfelagsviðurskiftum. Eisini hóskar hon væl til undirvísingarbrúk.
Ritstjórnað hava søgufrøðingarnir Rigmor Restorff Dam og Helgi Eidesgaard.
- Meira kunning
Meira kunning
| Vekt | 920 g |
|---|
Líknandi vørur
-
Søga og samfelag
Úr eyga til varandi aling. Fiskaaling 50 ár
kr. 298,00 Rithøvundur: Helgi JacobsenLegg í kurv -
Endurminningar, Søga og samfelag
Sær er siður á landi
kr. 298,00 Rithøvundur: Rasmus RasmussenLegg í kurv -
Bøkur, Føroyskar bøkur, Listabøkur og fotobøkur, Søga og samfelag
Gomlu prestagarðarnir
kr. 390,00 Rithøvundur: J. P. GregoriussenLegg í kurv -
-
-
Bøkur, Føroyskar bøkur, Søga og samfelag, Yrkisbókmentir
Havnar Handverarafelag 70 ár – Fyrra bind: Forsøgan og til 1979
kr. 328,00 Rithøvundur: Erhard JacobsenLegg í kurv -
Bøkur, Føroyskar bøkur, Søga og samfelag, Yrkisbókmentir
Fólkaatkvøðan 14. september 1946
kr. 399,00 Rithøvundur: Zakarias WangLegg í kurv -
Søga og samfelag, Yrkingar, kvæði, sangur og tónleikur
Baladas épicas feroesas
kr. 220,00 Rithøvundur: Malan Marnersdóttir, Mariano González CampoLegg í kurv -
-












