Horvna rósan

Horvna rósan

kr. 278,00

In stock

kr. 278,00

Fólk eru skelkað. Stóra skaldið Tóki Narvason er funnin innideyður í Hamletsgøtu í Keypmannahavn einans hálvthundrað ára gamal. Var kendi føroyski rithøvundurin vorðin so einsamallur, at hann á miðjum aldri valdi at siga heiminum farvæl?
Men áðrenn hin versti er liðugur at busta sunnudagsskógvarnar, hoyrast aftur ýlandi sjúkrabilar. Ein kend føroysk mentakona er funni lívleys uttan fyri Hotell Atlantis í Havn, har stór bindiklubbaveitsla hvur verið til langt út á morgunin.

Horvna rósan er ein krimisøga um glataðan kærleika og persónliga forfylging í einum frændaveldi, har valafólk innan list og mentan, prísa og fella dóm yvir tíðarinnar stóru skaparar og taparar.

Triðja bókin í røðini Deyðin fer í bindiklubb.

Tøki: Á goymslu Vørunummar: 9789991835501 Vørubólkar: , Tag: Rithøvundur:

Lýsing

Landið er á gosi. Millum manna verður gitt um orsøkina til deyðsføllini. Tosað verður um listaliga øvundsjúku, kollektiv sjálvmorð og um drepandi lokabrøgd. Løgreglan fær úr at gera.
Men Jákup á Trom er komin sær í eina óhepna tvístøðu. Hansara egna óhógv í Danmark, tá hann kannaði, hvat var hent yrkjaranum í útlegd, tolir ikki dagsins ljós. Tað, sum maðurin á kriminaldeildini heldur ikki veit, er, at konan, sum í vikuskiftinum hevur verið í góðum vertskapi, eisini ber eitt loyndarmál, sum má dyljast sum mansmorð.

Meira kunning

Vekt 638 g