Marra

Marra

kr. 348,00

In stock

kr. 348,00

Tað var hon! Rósa! Mín einasta Rósa. Men nei, tað var ikki hon … tað var eitt ódjór, sum hevði tikið á seg rósuham. Tað stóð mitt í gongini, nakið við bakinum móti mær, armarnar í eini løgnari álopsstøðu við hondunum á lofti, fingrarnar spentar, boygdar, sum vóru teir kløur. Hárið stóð í andarisi og var alt í einum als ikki vakurt. Ryggjargeislar og herða­bløð stóðu út undan hvítu húðini. Allur kroppurin darraði, og alsamt kom hendan óhugnaliga grólanin frá tí, eitt ljóð, sum kom langt niðri frá, djúpt og fremmant. „Blóóóóóð!“ Hása, raspandi røddin var sum ein marra. „Blóóóóð. Blóóóóð! … blóóóð … ehhhh… má fáa … blóð … blóð … BLÓÓÓÐ!“ Harðari og harðari grólaði tað og gekk spakuliga móti úthurðini.

Dreymsótt endar sum ein marra. Marran tekur við og versnar. Ber til at vakna úr hesum ræðuleikum?

Tøki: Á goymslu Vørunummar: 9789997216625 Vørubólkar: , , , Tag: Rithøvundur:

Meira kunning

Vekt 757 g