

Vestrig og Dommen i Haag

Vestrig og Dommen i Haag
kr. 395,00
kr. 395,00
Bókin ”Vesturríki og dómurin í Haag. Ein gjøllig frágreiðing um fólkarættarligu støðu Føroya og Grønlands” er útgivin eftir deyða rithøvundans.
Bókin er skrivað á donskum máli.
Hetta síðsta verk viðger tey viðurskifti, Zakarias Wang hevur kannað og arbeitt við alt sítt lív. Handritið bleiv endaligt liðugt skrivað stutt fyri Zakarias andaðist 30. apríl 2025.
Hendan síðsta bókin hjá Zakarias Wang er um eitt land, sum hevur verið til síðan 1814, men einki navn hevur fingið áður, ikki fyrr enn nú ið Zakarias nevnir tað Vesturríki. Í Vesturríki eru landspartarnir Føroyar, Ísland og Grønland.
Við djúpum søguligum yvirliti heilt frá tíðini har tað gamla Noreg (við Føroyum, Íslandi, Grønlandi, Hetlandi og Orkneyoyggjunum) og Danmark í 1380 fóru undir felags krúnu, og við at taka við higartil ókent skjalatilfar frá Haag-dómstólinum í viðgerðini av stríðinum millum Noreg og Danmark um Eysturgrønland (1931-33), lýsir hann gongdina heilt fram til fólkaatkvøðuna 14. september 1946, sum varð kvett av danska stýrinum. Vesturríki og dómurin í Haag er eitt mentanarligt bragd har tann innasta kjarnan, sum er hjartamálið hjá høvundinum, er at sláa fast ta fólkarættarligu støðuna hjá Føroyum, Íslandi og Grønlandi (Vesturríki). Hesin fólkarætturin verður ikki kolldømdur og fer at standa fyri ævir.
- Meira kunning
Meira kunning
| Vekt | 511 g |
|---|
Líknandi vørur
-
Søga og samfelag
Turkaránið í Vestmannaoyggjum
kr. 248,00 Rithøvundur: Jens Riise KristensenLegg í kurv -
Ævisøga, Søga og samfelag
Meg minnist og ørminnist 2. 1949-1956
kr. 240,00 Rithøvundur: Heini OlsenLegg í kurv -
Bøkur, Føroyskar bøkur, Listabøkur og fotobøkur, Søga og samfelag
Gomlu prestagarðarnir
kr. 390,00 Rithøvundur: J. P. GregoriussenLegg í kurv -
Forlag H.N. Jacobsens, Søga og samfelag
Tann Deiliga Havn
kr. 50,00 Rithøvundur: William HeinesenLegg í kurv -
Søga og samfelag, Yrkingar, kvæði, sangur og tónleikur
Baladas épicas feroesas
kr. 220,00 Rithøvundur: Malan Marnersdóttir, Mariano González CampoLegg í kurv -
Bøkur, Forlag H.N. Jacobsens, Føroyskar bøkur, Søga og samfelag, Yrkisbókmentir
Snøklar
kr. 50,00 Rithøvundur: Maria Eide PetersenLegg í kurv -
Ævisøga, Bøkur, Forlag H.N. Jacobsens, Føroyskar bøkur, Søga og samfelag, Yrkisbókmentir
Poul Nolsöe lívssøga og irkingar
kr. 200,00 Rithøvundur: Jakob JakobsenLegg í kurv -
Ferðafólkabøkur, Kókibøkur, Søga og samfelag
Traditional Faroese food culture
kr. 129,00 Rithøvundur: Jóan Pauli JoensenLegg í kurv -
-












