

Terningar

Terningar
kr. 348,00
kr. 348,00
Terningar eru ímyndin av tilvild, og tilvild miðjan í hvørji søgu – í hennara samansettu og í senn einføldu eftirgerð av tí sansaða.
Og søgurnar, sum tú nú forvitnast um (íðan vendi tú bókini til at lesa baksíðutekstin ella hvat?), tær beinast allar gjøgnum tilvitið hjá einum sálaðum mansbarni:
Ísmael.
- Lýsing
- Meira kunning
Lýsing
Hann er undan eini hálv gamlari stýrimanseinkju. Pápin ein blaðungur og hálvlisin guðfrøðingur úr Noreg.
Tey gótu hann av misgáum eina summarnátt seint í tretivunum og ikki tær at siga kemur Ísmael í verðina við reyvini fyri ein illviðraðan langafríggjadag.
Og jarðvistin eftir øðrum, øll á eingjunum við ein fjarðarbotn millum fjøll og brattar.
Í hesum avstongda umhvørvi veit Ísmael fátt av egnum royndum. Verðin skapast av tí, sum hann hoyrir onnur og útvarp siga.
Sjálvur talar hann ikki, men hevur tó orðið í sínum valdi – innantanna.
Soleiðis manar hann so líðandi eina sjón fram fyri lesaran, sum er samfeldi í sínum mótsøgnum og ein dýrd av fanansskapi.
Meira kunning
| Vekt | 843 g |
|---|
Líknandi vørur
-
Bøkur, Føroyskar bøkur, Leikrit, Skaldsøgur, stuttsøgur og leikrit
Tvinni Pør, Leikrit 14
kr. 100,00 Rithøvundur: Peder R. MøllerLegg í kurv -
Bøkur, Føroyskar bøkur, Skaldsøga, Skaldsøgur, stuttsøgur og leikrit
Hjarta myrkursins
kr. 198,00 Rithøvundur: Joseph ConradLegg í kurv -
-
Bøkur, Føroyskar bøkur, Skaldsøga, Skaldsøgur, stuttsøgur og leikrit
Brahmadellarnir
kr. 298,00 Rithøvundur: Jóanes NielsenLegg í kurv -
Bøkur, Føroyskar bøkur, Skaldsøgur, stuttsøgur og leikrit, Stuttsøgur
Søgur úr býnum
kr. 198,00 Rithøvundur: Jón ThorsteinssonLegg í kurv -
Bøkur, Føroyskar bøkur, Leikrit, Skaldsøgur, stuttsøgur og leikrit
Høvdingar Hittast, Leikrit 19
kr. 100,00 Rithøvundur: Regin í LíðLegg í kurv -
Bøkur, Føroyskar bøkur, Leikrit, Skaldsøgur, stuttsøgur og leikrit
Best man vera sum er, Leikrit 5
kr. 100,00Legg í kurv -
Bøkur, Føroyskar bøkur, Skaldsøga, Skaldsøgur, stuttsøgur og leikrit
Sunnanvert markið og vestanvert sólina
kr. 248,00 Rithøvundur: Haruki MurakamiLegg í kurv -
Bøkur, Føroyskar bøkur, Leikrit, Skaldsøgur, stuttsøgur og leikrit
Hin politiski kannustoypari, Leikrit 10
kr. 100,00Legg í kurv -
Bøkur, Føroyskar bøkur, Skaldsøgur, stuttsøgur og leikrit
Náttin í Lissabon
kr. 190,00 Rithøvundur: Erich Maria RemarqueLegg í kurv












