

Skugga-Baldur

Skugga-Baldur
kr. 129,00
In stock
kr. 129,00
Leygardagin 17. apríl 1868 fór eitt stórt farmaskip á land við Önglabrjótsnef á Reykjanesi. Tað var bikasvart og trímastrað og hevði trý dekk. Millum tær mongu tunnurnar av lýsi – eitt ómetaligt ríkidømi og ein Guds gáva til fátækafólkið her úti við sjógvin – raka bjargingarmenninir við, at okkurt livandi er á skipinum. Menninir verða skelkaðir, og tá finna teir eitt neyðardýr, ta ungu og illa á hold komnu gentuna Abbu, sum hevur Downs syndrom. Hon er við barn, men eingin veit, hvaðani hon er komin.
- Lýsing
- Meira kunning
Lýsing
Ungi plantufrøðingurin Fríðrikur B. Friðsjónsson, bóndi á Brekku, tekur gentuna til sín, tí honum tykir synd í henni. Men Abba sleppur ikki við í kirkju, tí presti dámar ikki evnaveik fólk, sum órógva gudstænastuna. Tá ið Abba doyr, fær Fríðrikur høvi at hevna seg. Fríðrikur og presturin á staðnum, Baldur Skuggason, hava eitt mál at gera upp sínámillum. Prestur er ikki tann góði maður, sum hann letst í mannaeygum, og ein vetrardag í 1883, tá ið hann fer á fjøllini á eina ógvisliga revaveiðu, fær alt ein óvæntaðan enda …
Sum av handahógvi rekir Sjón kynsturliga eina spennandi harmasøgu. Ein ævintýrlig og yndislig frásøgn um kærleika, meinfýsni og hevnd í harðbalnu íslendsku náttúruni.
Meira kunning
| Vekt | 243 g |
|---|
Líknandi vørur
-
Skaldsøga, Skaldsøgur, stuttsøgur og leikrit
Ævisøga- dagbók- brøv
kr. 248,00 Rithøvundur: Tomas EspedalLegg í kurv -
Bøkur, Føroyskar bøkur, Skaldsøga, Skaldsøgur, stuttsøgur og leikrit
Brahmadellarnir
kr. 298,00 Rithøvundur: Jóanes NielsenLegg í kurv -
Skaldsøga, Týddar føroyskar bøkur, Týddar til enskt
The Black cauldron
kr. 125,00 Rithøvundur: William HeinesenLegg í kurv -
-
Bøkur, Føroyskar bøkur, Skaldsøga, Skaldsøgur, stuttsøgur og leikrit
Ljómur guddómsins
kr. 248,00 Rithøvundur: Halldór LaxnessLegg í kurv -
Bøkur, Føroyskar bøkur, Skaldsøga, Skaldsøgur, stuttsøgur og leikrit
Hjarta myrkursins
kr. 198,00 Rithøvundur: Joseph ConradLegg í kurv -
-
Bøkur, Føroyskar bøkur, Skaldsøga, Skaldsøgur, stuttsøgur og leikrit
Sunnanvert markið og vestanvert sólina
kr. 248,00 Rithøvundur: Haruki MurakamiLegg í kurv -
Bøkur, Føroyskar bøkur, Skaldsøga, Skaldsøgur, stuttsøgur og leikrit
Móðurmjólk
kr. 298,00Legg í kurv -
Skaldsøga, Týddar føroyskar bøkur, Týddar til enskt
Mother pleiades
kr. 115,00 Rithøvundur: William HeinesenLegg í kurv












