

Sanna Dahl – Læknin ein og hundraðtals hermenn

Sanna Dahl – Læknin ein og hundraðtals hermenn
kr. 398,00
kr. 398,00
- Lýsing
- Meira kunning
Lýsing
Slóðbrótarin Sanna Dahl (1915–2011) var ein av fyrstu føroysku kvinnunum, ið tóku læknaútbúgving. Ævisøga hennara er á mangan hátt ein mynd av menningini av føroyska samfelagnum seinastu hundrað árini.
Barnaárini í Vági, ungdómsárini í Havn, lestrarárini í Keypmannhavn og starvsárini í Føroyum lýsa, hvussu karmarnir hjá føroyingum so líðandi eru broyttir, tá ið tað snýr seg um mentan, kynsmynstur, útbúgving, samferðslumøguleikar, sjúkrahúskervi og tøkni.
Samstundis er søgan um Sannu ein lýsing av miðvísa stríði hennara at røkka sínum málum, hóast umstøðurnar ikki altíð vóru til vildar. Sanna var fødd undir fyrra heimsbardaga og tók prógv sum lækni undir seinna heimsbardaga. Undir kalda krígnum tók hon sergrein innan fyri røntgen, og sum fyrsti føroyski røntgenlæknin var hon við til at leggja lunnar undir tað føroyska sjúkrahúsverkið, ið vit njóta gott av tann dag í dag.
Søgan um Sannu er kryddað við persónligum frásøgum, millum annað um spentar støður uttanlands undir seinna heimsbardaga og um sjaskutar túrar við doktarabáti í Norðoyggjum.
Bókin er skrivað við støði í samrøðum og rúgvismikla brævasamskiftinum, sum Sanna hevði við familju og vinir.
Meira kunning
| Vekt | 1149 g |
|---|
Líknandi vørur
-
Endurminningar, Søga og samfelag
Sær er siður á landi
kr. 298,00 Rithøvundur: Rasmus RasmussenLegg í kurv -
Søga og samfelag
Úr eyga til varandi aling. Fiskaaling 50 ár
kr. 298,00 Rithøvundur: Helgi JacobsenLegg í kurv -
Ævisøga, Bøkur, Føroyskar bøkur, Søga og samfelag, Yrkisbókmentir
Martin Luther King Maðurin og dreymurin
kr. 200,00 Rithøvundur: Rúni BjarkhamarLegg í kurv -
-
Bøkur, Føroyskar bøkur, Søga og samfelag, Yrkisbókmentir
Fólkaatkvøðan 14. september 1946
kr. 399,00 Rithøvundur: Zakarias WangLegg í kurv -
-
-
Ævisøga, Bøkur, Føroyskar bøkur, Søga og samfelag, Yrkisbókmentir
Nólsoyar Páll – siglingarmaður og skald
kr. 275,00Legg í kurv -
Bøkur, Føroyskar bøkur, Listabøkur og fotobøkur, Søga og samfelag
Gomlu prestagarðarnir
kr. 390,00 Rithøvundur: J. P. GregoriussenLegg í kurv -












