Platon Dialogar onnur bók

Platon Dialogar onnur bók

kr. 298,00

In stock

kr. 298,00

Seinna bók av Dialogum hjá Platon

Tøki: Á goymslu Vørunummar: 9789997290908 Vørubólkar: , , , Tag: Rithøvundur: ,

Lýsing

Verk Platons eru eykend av, at næstan øll eru skrivað sum dialogar, samtalur. Tað merkir, at tey eru ein samtala ímillum Sokrates og ein ella fleiri aðrar menn.

Platon er ongantíð sjálvur við í samtalunum, men heldur seg aftanfyri sum rithøvundur. Hann greiðis so statt ikki beinleiðis frá um heimspeki sína, soleiðis sum heimspekingar vanliga gera. Miðling hansara er óbeinleiðis, tað merkir, hon kemur til sjóndar ígjøgnum aðrar persónar, serliga Sokrates. Platon er rithøvundur, og Sokrates er høvuðspersónur Platons, sum tosar tað mesta av tíðini.

Samstundis heldur Sokrates fast við, at hann veit ikki rættiliga nógv um tey evnini, sum kjakast verður umi dialogunum. Við hvørt sigur hann, at hann als einki veit. Harafturímóti endurgevur hann, hvat hann hevur hoyrt frá øðrum, ella hann roynir seg varisliga fram við at orða, hvussu okkurt kundi verið.

Alt hetta merkir, at tað kann vera torført at fáa skil á, hvat Platon og Sokrates veruliga meina, og hvat ið er ‘tann heimspekiligi sannleikin’ í dialogunum. Men tað er ein týðandi partur av kjarnanum við dialogtekstslagnum. Dialogformurin eggjar lesaranum til at hugsa sjálvur og umhugsa tað, sum kjakast verður um.

Dialogar Platons hava havt eina djúptøkna ávirkan á heimsspeki og hugsan í Vesturheiminum, og bókmentaliga dygdin setur teir ímillum fremstu verkini í fornøld, og er óloysiliga knýtt at heimspekiliga virki Platons.

Meira kunning

Vekt 633 g