Libido
kr. 200,00
Libido var upprunaliga útgivin í 1972, og vóru bert 100 eintøk av bókini.
Nú er hon vorðin fotografiskt endurprentað, góð 53 ár eftir upprunaútgávuna.
Hesuferð eru bert 200 eintøk prentaði.
- Lýsing
Lýsing
“Tað er helst tíðarspilla at ummæla hesa guðsjammerligu fusk-útgávu,” skrivaði ein lesari í bløðunum, tá yrkingasavnið “Libido” eftir ein, ið rópti seg HOT, kom út í 1972 á egna forlagið høvundans, Semper Ardens.
Handan forlagið og handan navnið HOT fjaldi seg studdentaskúlanæmingurin, nú vinnulívsmaður og íverksetari, Johan Mortensen.
28 A4-ørk, klipsað saman, við tape um ryggin, summi ørk ljósareyð, eitt blátt, tekstur við skrivimaskinu-skrift, á skák ella upp og niður, reglurnar summastaðni skrivaðar fleri ferðir oman á hvør aðra og meststum ógjørligar at lesa.
– Libido var – og er framvegis – tað mest sermerkta og “øðrvísi” yrkingasavnið, ið er komið út á føroyskum. Tað er ikki ov mikið sagt, at Libido er Føroya einasta veruliga “underground”- og kult-yrkingasavn.
Sumt í savninum kann kanska sigast vera “barn av síni tíð”, men barnið er kompromisleyst, og tað er akkurát líka sprelllivandi, nú tað fyllir 53, sum tá ið tað kom í verðina.
Bókin varð á sinni bara prentað í 100 eintøkum, og hevur verið útseld í gott 50 ár.
Nú hevur forlagið Asfalt hjá Hugini Eide latið prentað bókina uppaftur í fotografiskum endurprenti. Tað er við eftirorði eftir Berg Djurhuus Hansen, lektara.
Libido, 2. útgáva, er prentað í 200 eintøkum.















