

Hendur ið sleptu

Hendur ið sleptu
kr. 250,00
In stock
kr. 250,00
Lagnusøgur úr Gamla kirkjugarði í Havn
Henda bókin er grundað á røðina “Hendur ið sleptu”, sum eg byrjaði i Sosialinum i 2007. Endamálið var at lýsa søguna aftan fyri gravirnar i kirkjugarðinum á Svínaryggi i Tórshavn, sum høvdu gravstein. Her var talan um umleið 240 steinar við uml 500 nøvnum, og er tað eydnast at fáa á prent søguna og ættarsøguna hjá teimum flestu í hesum gravum.
Í bókini eru serliga søgurnar hjá tveimum persónum, sum eru jarðað í kirkjugarðinum. Onnur er hiá Caroline Heinesen (1873-1944); sum var mamma William Heinesen, og hin er hjá Egil Henning Djurhuus (1898-1919).
Caroline skrivaði eina drúgva havnarsøgu á eldri árum, har hon eisini umrøður fleiri av teimum, sum eru jarðað i kirkjugarðinum.
Egil Henning var abbasonur tann sokallaða Faktorin, sum legði grundarlagið fyri menningini av Klaksvikini.
Egil var deyðiliga sjúkur, og á sini sjúkralegu skrivaði hann hugtakandi dagbók, sum er eitt gott íkast til Havnarsøgu. Hann bleiv bara 20 ára gamal.
Seinast í bókini er yvirlit yvir greinarnar i røðini “Hendur ið sleptu”, og hvørjir persónar i Gamla kirkjugarði eru umrøddir í hvørji grein. Tilvísing er, hvussu hesar greinir kunnu finnast á alnetinum.
Slík søga um ein kirkjugarð er ikki skrivað fyrr í Føroyum. Endamálið er at heiðra “hendurnar ið sleptu”, sum hava lagt grundarlagið fyri búskaparligu og mentanarligu vælferðini, sum vit hava í dag.
Tøki: Á goymslu
Vørunummar: 9789991838854
Vørubólkar: Bøkur, Føroyskar bøkur, Yrkisbókmentir, Søga og samfelag
Rithøvundur: Óli Jacobsen
- Meira kunning
Meira kunning
| Vekt | 265 g |
|---|
Líknandi vørur
-
-
Bøkur, Føroyskar bøkur, Listabøkur og fotobøkur, Søga og samfelag
Gomlu prestagarðarnir
kr. 390,00 Rithøvundur: J. P. GregoriussenLegg í kurv -
-
Endurminningar, Søga og samfelag
Sær er siður á landi
kr. 298,00 Rithøvundur: Rasmus RasmussenLegg í kurv -
Ævisøga, Bøkur, Føroyskar bøkur, Søga og samfelag, Yrkisbókmentir
Martin Luther King Maðurin og dreymurin
kr. 200,00 Rithøvundur: Rúni BjarkhamarLegg í kurv -
Søga og samfelag, Týddar til enskt
Brethren in the Faroes
kr. 300,00 Rithøvundur: Tórður JóanssonLegg í kurv -
-
-
Ævisøga, Bøkur, Forlag H.N. Jacobsens, Føroyskar bøkur, Søga og samfelag, Yrkisbókmentir
Poul Nolsöe lívssøga og irkingar
kr. 200,00 Rithøvundur: Jakob JakobsenLegg í kurv -












