

Sálareyga

Sálareyga
kr. 398,00
kr. 398,00
- Lýsing
- Meira kunning
Lýsing
SÁLAREYGA er bókin um 40 ára søguna hjá Sinnisbata. Um felagið, sum síðan stovnanina í 1982 hevur arbeitt fyri rættindunum hjá fólki við sálarsjúku í Føroyum. Longu sjey ár eftir stovnanina,
í 1989, hevði felagið keypt tvey hús, sum síðan hava verið nýtt sum bústovnar til sinnisveik.
Av fremstu málunum hjá felagnum hevur alla tíðina verið at kunna um sálarsjúkur og viðurskifti, sum hava við sálarsjúkur at gera. Heilt frá byrjanini vórðu fyrilestrar um sálarsjúku hildnir ymsastaðni í Føroyum.
Tað hevur ligið frammarlaga hjá felagnum at avstigmatisera og avtabuisera tað at hava sálarsjúku. Amboðini hava verið mong, millum annað nógvu fyrilestrarnir, altjóða sálarheilsudagurin
og upplýsingar og viðmerkingar í miðlunum.
Í bókini verður hugt aftur í søguna hjá teimum umleið 300 føroyingunum, sum frá 1890 til 1969 noyddust av landinum til viðgerðar, tí umstøður vóru ikki til tað í Føroyum. Tey komu til eitt fremmant land, innløgd millum fremmand fólk, har málið eisini
var fremmant. Fleiri teirra komu ongantíð heim aftur.
Í 1969 læt Statshospitalið upp fyri sjúklingum. Vit hava samrøður við fyrrverandi starvsfólk um umstøðurnar tá og um tíðina, tá ið føroyskir sjúklingar komu heim úr Danmark og vórðu innlagdir á Statshospitalið í staðin.
SÁLAREYGA, sum m.a. merkir sálarligur sansur og andligt gløggskygni, er partur av sálarsjúkusøguni í Føroyum.
Meira kunning
| Vekt | 726 g |
|---|
Líknandi vørur
-
-
-
-
-
-20%
Legg í kurvBøkur, Føroyskar bøkur, Søga og samfelag, YrkisbókmentirFólkaatkvøðan 14. september 1946
kr. 500,00Original price was: kr. 500,00.kr. 399,00Current price is: kr. 399,00. Rithøvundur: Zakarias WangLegg í kurv -
-
Ævisøga, Søga og samfelag
Meg minnist og ørminnist 2. 1949-1956
kr. 240,00 Rithøvundur: Heini OlsenLegg í kurv -
Bøkur, Føroyskar bøkur, Listabøkur og fotobøkur, Søga og samfelag
Gomlu prestagarðarnir
kr. 390,00 Rithøvundur: J. P. GregoriussenLegg í kurv -
Søga og samfelag
Turkaránið í Vestmannaoyggjum
kr. 248,00 Rithøvundur: Jens Riise KristensenLegg í kurv -
Ævisøga, Bøkur, Forlag H.N. Jacobsens, Føroyskar bøkur, Søga og samfelag, Yrkisbókmentir
Poul Nolsöe lívssøga og irkingar
kr. 200,00 Rithøvundur: Jakob JakobsenLegg í kurv











