Glansbílætasamlararnir
kr. 250,00
- Lýsing
- Meira kunning
Lýsing
Nancy kendi væl søguna um hjúnarskilnaðin. Leif hevði sagt henni alt; eisini, at hann hevði lagt hond á konu sína. Tey vóru tætt knýtt, bæði sytkini, og meiri enn einaferð hevði hon uppliva ranguna av gudsóttanum hjá Leifi, ein ótti, ið tók sær mynduleika at koma við gøðrum ábreiðslum, ja, beinleiðis at svína Gud til.
“Harrin sendi eina horu inn í mítt lív,” segði Leif einaferð. “Tað var tað, sum hann gjørdi. Eina, sum lá og gleivaði fyri øllum tí norska flotanum. Og hvat rópar man ein, sun útflýggjar horur? Alfons! Tað er tað, sum Gud er. Ein listinlærdur alfonsur. Hansara himmal er eitt stórt horuhús. Og á alt gjørdi hann míni børn til móðurloysingar. Eri eg ikki nóg skikkiligur? Svara mær Nancy! Ber til at forsaka meiri enn eg forsaki? Eg stinki av skikkiligheit. Tað er akkurát tað, sum eg geri. Og kortini vil Gud hava meg at gerast upp aftur skikkiligari. Hvussu kann tað? Hvat meira kann eg forsaka? Hvussu ónøgdur skal eg vera við meg sjálvan?”
Meira kunning
| Vekt | 496 g |
|---|














