

1804

1804
kr. 298,00
kr. 298,00
Skaldsøgan 1804 lýsir eina søguliga broytingartíð. Gjøgnum eyguni á høvuðspersóninum, fransmanninum Jean Paul, verða Føroyar lýstar.
Vit lesa um bjartar husjóni og afturhald.
Vit hoyra um fólk, sum stríðast við harða mótgongd í tilveruni.
Og so hoyr vit eisini um kærleikan, sum størstur er.
- Lýsing
- Meira kunning
Lýsing
,,Brádliga, sum snarljós av ljósum himni, rakti ein steinur, í stødd sum ein nevi, Danton í pannuna. Hann fór í allari tyngd síni afturav. Blóðsprænurin stóð frá.”
Jean Paul nóyðist at flýggja úr Fraklandi. Á náttartíð fjalar hann og vinmaðurin, Leo seg umborð á einum prámi, sum fer til Le Havre við neytahúðum. Har hitta teir á einum vertshúsi ein skipara, ið sigur seg vera úr einum landi, teir ongantíð hava hoyrt um. Landið eitur Les Iles Féroé, Føroyar.
Morgunin eftir hava teir seglini á og eru á ferð við føroyinginum. Ein ferð, sum flytur teir inn í tær broytingar, sum henda í Evropa, Amerika og seinni í Føroyum hesi árini.
Føroyingurin hevur allatíðina eitt mál fyri framman. Hann hevur seyy sær fyri at fara aftur til fátæka heimlandið. Har er so mangt, sum bøtast skal um. Ikki minst mugu føroyingar eiga skip og læra at sigla.
Meira kunning
| Vekt | 180 g |
|---|
Líknandi vørur
-
Bøkur, Føroyskar bøkur, Skaldsøga, Skaldsøgur, stuttsøgur og leikrit
Leksikon um ljós og myrkur
kr. 298,00 Rithøvundur: Simon StrangerLegg í kurv -
Skaldsøga, Skaldsøgur, stuttsøgur og leikrit
Ævisøgan um monologin
kr. 248,00 Rithøvundur: Olaf S. ThomsenLegg í kurv -
Bøkur, Føroyskar bøkur, Leikrit, Skaldsøgur, stuttsøgur og leikrit
Hin politiski kannustoypari, Leikrit 10
kr. 100,00Legg í kurv -
Bøkur, Føroyskar bøkur, Skaldsøgur, stuttsøgur og leikrit
Náttin í Lissabon
kr. 190,00 Rithøvundur: Erich Maria RemarqueLegg í kurv -
Bøkur, Føroyskar bøkur, Leikrit, Skaldsøgur, stuttsøgur og leikrit
Páll Fangi, Leikrit 16
kr. 100,00 Rithøvundur: Louis ZachariasenLegg í kurv -
Bøkur, Føroyskar bøkur, Skaldsøga, Skaldsøgur, stuttsøgur og leikrit
Móðir sjeystjørna
kr. 149,00 Rithøvundur: William HeinesenLegg í kurv -
Bøkur, Føroyskar bøkur, Skaldsøga, Skaldsøgur, stuttsøgur og leikrit
Sunnanvert markið og vestanvert sólina
kr. 248,00 Rithøvundur: Haruki MurakamiLegg í kurv -
Bøkur, Føroyskar bøkur, Skaldsøga, Skaldsøgur, stuttsøgur og leikrit
Ein er tíðin at liva
kr. 278,00 Rithøvundur: Steintór RasmussenLegg í kurv -
Bøkur, Føroyskar bøkur, Leikrit, Skaldsøgur, stuttsøgur og leikrit
Høvdingar Hittast, Leikrit 19
kr. 100,00 Rithøvundur: Regin í LíðLegg í kurv -
Bøkur, Føroyskar bøkur, Leikrit, Skaldsøgur, stuttsøgur og leikrit
Vinarlig hjún, Leikrit 17
kr. 100,00 Rithøvundur: Torvald TuLegg í kurv












