Laterna Magica

Laterna Magica

kr. 198,00

In stock

kr. 198,00

Spakuliga verður spákað út á Gráskallabryggju, har alt endar, og gamli ferjumaðurin tolin situr og bíðar. Gøtan er drúgv og liggur gjøgnum ein túsundárastað við krókgøtum og skotum.Á leiðini gera vit eitt slank inn til skaldabrøðurnar Hans Andrias og Janus í Áarstovu, sum fáa vitjan av teimum trimum nornunum.
Eitt slank gera vit inn til Jens Christian Svabo, sum styttir sær stundir saman við dóttir próstsins.
Vit fylgja hampamanninum  Sterka-Jóhan, tá ið hann snávar og gevur hjálparleysur eftir fyri náttúruni eina einastu ferð við so óendaliga syrgiligum fylgjum.
Og inn ímillum situr tú kaldur í látri, tí hesin gløggi, gamli William kennir so væl menniskjumuruna við øllum sínum dáralótum, veikleikum, stoltleika, ærukenslu og forherðilsi, at hann avdúkar okkum øll.

Availability: In stock SKU: 9789997210517 Category: Author:

Additional information

Weight 289 g