

Krígsharrin í Kreml

Krígsharrin í Kreml
kr. 348,00
kr. 348,00
- Description
- Additional information
Description
Nógv hava óttast Vladimir Putin, men fá høvdu væntað ráu innrásina hjá Russlandi í Ukraina. Hvussu kundi leiðarin í okkara stóra grannalandi gerast so totaliterur og vandamikil?
Aage Storm Borchgrevink hevur arbeitt við Russlandi alt sítt vaksna lív og hevur sjálvur verið á mongum av støðunum, har brotsverkini hjá Putin eru framd. Her sigur hann søguna um spakuliga kvettið móti russisku grundlógini, sum Putin fýra ferðir hevur svorið trygdareið. Hetta er eisini søgan um nútíðar Russland, frá sorgarsøguni hjá familjuni Putin undir seinna veraldarbardaga, uppvøkstrinum í Leningrad og til skrædlið hjá Sovjetsamveldinum, sum gjørdist álvarsamt fyri njósnaran Putin. Eftir eitt stutt andarhald av frælsi í 1990-árunum táttaði Putin forseti stig fyri stig takið og evnaði eitt nýtt Russland við ógvisligum ójavnum og við stórtráan at endurreisa landið sum stórveldi.
„Hvør tíð hevur sína fasismu. Ætlanin hjá Putin er eftir mínum tykki stóra søgan fyri Evropa í okkara øld. Hon snýr seg um íkomuna av einum nýggjum og meira sofistikeraðum slagi av einræðisleiðara enn teir í undanfarnu øld, klæddir í prangandi búnum. Harumframt snýr hon seg um demokratisku afturstigini, men eisini um styrkina í fólkaræðinum – sum Putin í hesum døgum ímóti sínum vilja lærir í Ukraina. Søgan er týdningarmikil, men sveipað í ørkymlan, propaganda og ideologi. Tí má søgan verða søgd.
Additional information
| Weight | 650 g |
|---|
Related products
-
Books, Faroese Books, Nature and Atlas, History and Society, Non-fiction
Hagabókin. Fyri uttan á Skarði
kr. 298,00 Author: Ymiskir rihøvundarAdd to cart -
History and Society, Study Books, Scientific Journals, Articles, Homage Volumes etc
Sæteren ved Argisbrekka
kr. 328,00 Author: Ditlev L. MahlerAdd to cart -
History and Society
Úr eyga til varandi aling. Fiskaaling 50 ár
kr. 298,00 Author: Helgi JacobsenAdd to cart -
-
-
-
-
-
Books, Faroese Books, History and Society, Non-fiction
Havnar Handverarafelag 70 ár – Fyrra bind: Forsøgan og til 1979
kr. 328,00 Author: Erhard JacobsenAdd to cart












