

Føroyskar sagnir

Føroyskar sagnir
kr. 498,00
kr. 498,00
Endursögn og myndir eftir Heiðriki á Heygum
- Description
- Additional information
Description
So leingi fólk hava búð í okkara veðurbardu oyggjum, hava tey sagt sögur, sagnir og ævintýr. Hesar frásagnir hava verið sagdar í gaman og í álvara, sagdar fyri ikki at falla í fátt og ikki minst fyri at nökta törvin á at brúka hugflogið, sama hvussu fábroyttur gerandisdagurin kundi vera.
Í okkara landi eigur náttúran framvegis valdið í gerandisdegnum. Mjörkin gloypir heilum bygdum í einum, ódnir bresta á, og havið gevur og tekur. Veðrið hevur altíð myndað lívið her, ikki minst lagið á sjónum, sum kvetti mangan viðbreknan lívstráð.
At ferðast millum bygdir tók ofta fleiri dagar, stundum vikur, tá ið streymur ella ætt ikki vóru til vildar. Bert fá áratíggju eru liðin, síðan hvör bygd í landinum viðhvört kendist sum heimurin allur. Fólkið var avbyrgt, seiggið var gott, og undir hesum korum hevur hugflogið altíð verið bregdað inn í gerandisdagin. Áðrenn vit fingu bökurnar, hövdu vit röddirnar, og sögurnar og sagnirnar hava altíð verið í huganum.
Tekstirnir í hesi bók eru sprotnir úr frumtörvi okkara at skilja heimin, at greina tað ógreiniliga, at lýsa vakurleika og skapa meining í neyðini og strevinum. Tær eru annað og meira enn bara frásagnir, tær eru grundfestið undir föroyska samleikanum. Gjögnum tær hómast hjartaslátturin í eini lítlari, avbyrgdari tjóð.
Additional information
| Weight | 1197 g |
|---|
Related products
-
Books, Faroese Books, Poetry, Poetry, Ballads, Songs and Music
Whisper of Butterfly Wings
kr. 148,00 Author: Kalpana VijayavarathanAdd to cart -
-
Fairy Tales and Legends, children's and youth books, Books, Faroese Books
Bestu Ævintýrini hjá H.C. Andersen
kr. 248,00 Author: H.C. AndersenAdd to cart -
Fairy Tales and Legends, Books about the Faroe Islands
Pity the sun had to rise
kr. 99,00 Author: Martin NæsAdd to cart -
Books, Faroese Books, Non-fiction
Viðarlundir í Føroyum
kr. 128,00 Author: Birgit JacobsenAdd to cart -
Fairy Tales and Legends, Books about the Faroe Islands
Kópakonan
kr. 198,00 Author: Enna Garðshorn MikkelsenAdd to cart -
Books, Faroese Books, Drama, Novels, Short Stories and Drama
Vinarlig hjún, Leikrit 17
kr. 100,00 Author: Torvald TuAdd to cart -
Fairy Tales and Legends, Published by H.N. Jacobsens Bókahandil
Sagnir og ævintýr II
kr. 30,00 Author: Jakob JakobsenAdd to cart -
Books, Faroese Books, Poetry, Poetry, Ballads, Songs and Music
Við tokka og tykki
kr. 148,00 Author: Christian Fróði DjurhuusAdd to cart -
Books, Faroese Books, Religion and Spirituality, Non-fiction
Hann kemur í lýsingini
kr. 175,00 Author: Meinhard BjartalíðAdd to cart












