

Ein táttur er silvur

Ein táttur er silvur
kr. 298,00
kr. 298,00
Ein sygiligur tilburður setur gongd á skaldsøguna. Ein mamma doyr í barnaferð frá 10 børnum. Ikki óvanligt fyri stórt hundrað árum síðan.
Sorgin verður tagd burtur. Pápin giftist uppaftur. Børnini spjaðast, og lagnan lagar seg ógviliga ymist hjá teimum.
Hetta er ein stórbær søga í øllum stillum. Ein eym og kenslurík lagnusøga, sum bara kundi fallið saman við øllumhinum, sum líkjast, men sum nú er skrivað til eina fína skaldsøgu.
Høvuðspersónurin og tað, henni er fyri, er grundað á veruligan tilburð.
- Description
- Additional information
Description
Hetta er seinast í 19. øld, og allar rembingarnar í átrúnaði, politikki, fakfelagspolitikki og mentan, ið vóru um aldarskiftið, verða flættaðarinn í hesar lagnulýsingar – m.a. tann harðrendi Axel Fr. Moe, sum Dansk Indre Mission sendi til Føroya.
Tann eina gentan, sum hevur stórar ætlanir við lívi sínum, fer á ein bóndagarð at tæna og forvinna sær nakrar krónur, tí hugurin liggur út í heim. Bóndin neyðtekur hana, og spyrst burturúr. Eingin fær at vita, hvør pápin er, men hon skal liva við skommini. Vit fylgja henni á einsomu leiðini at at fóta sær eftir illgerðina.
Additional information
| Weight | 545 g |
|---|
Related products
-
Books, Faroese Books, Drama, Novels, Short Stories and Drama
Tvinni Pør, Leikrit 14
kr. 100,00 Author: Peder R. MøllerAdd to cart -
Books, Faroese Books, Novel, Novels, Short Stories and Drama
Móðir sjeystjørna
kr. 149,00 Author: William HeinesenAdd to cart -
Novel, Novels, Short Stories and Drama
Ævisøga- dagbók- brøv
kr. 248,00 Author: Tomas EspedalAdd to cart -
Novel, Novels, Short Stories and Drama
Bókin um Kamalu
kr. 129,00 Author: Inger Edelfeldt, AuthorsAdd to cart -
-
Books, Faroese Books, Drama, Novels, Short Stories and Drama
Vinarlig hjún, Leikrit 17
kr. 100,00 Author: Torvald TuAdd to cart -
Books, Faroese Books, Drama, Novels, Short Stories and Drama
Ófriðarligar tíðir, Leikrit 7
kr. 100,00Add to cart -
Books, Faroese Books, Novel, Novels, Short Stories and Drama
Hjarta myrkursins
kr. 198,00 Author: Joseph ConradAdd to cart -
Books, Faroese Books, Drama, Novels, Short Stories and Drama
Best man vera sum er, Leikrit 5
kr. 100,00Add to cart -
Books, Faroese Books, Novel, Novels, Short Stories and Drama
Leksikon um ljós og myrkur
kr. 298,00 Author: Simon StrangerAdd to cart












