

Høggararnir

Høggararnir
kr. 200,00
kr. 200,00
Lítli býurin Suomussalmi tætt við russiska markið varð brendur niður longu 7. desember, tá ið teir fýra túsund íbúgvarnir vóru fluttir burtur, øll uttan eg. Eg var føddur her, hevði búðher alt mítt lív og kundi ikki hugsað mær at verið nakrar aðrar staðir – so tá ið eitt fremmant skepilsi dáttliga stóð framman fyri mær í hvítum eyðkennisbúna og las upp av einum arki, at eg skuldi burtur, setti eg hælirnar í kavan og læt meg ikki vika av fetanum, soleiðis man tað vera um allan heim, tað er altíð ein, í minsa lagi ein, ið ikki ger sum hini, honum nýtist ikki so mikið sum at vita hví, og her í Suomussalmi var tað eg…
- Description
- Additional information
Description
Í fyrstuni hava russarnir einki eiri í honum, men, sum frá líður, taka teir hann við upp í høggaratoymið. Russisku viðhøggararnir eru allir noyddir við í kríggið, teir eru ikki vápnaførir menn, illa útgjørdir og illa útbornir bæði kropsliga og sálarliga til hetta arbeiði. Tann vitan, sum Timmo hevur um viðhøgging og at lívbjarga sær í hørðum kulda undir ringastu umstøðum ger hann til eitt slag av fyristøðumanni í toyminum, ein, sum gevur illa støddu russunum áræði og vón. Tá ið finsku herliðini koma aftur, tá ið tey hava rikið fíggindan burtur, verða spurningar sett við atburðin, sum Timmo hevur víst mótvegis hersetingarvaldinum, men gomlu fordómarnir um, at hann er lítið at sær til vit, bjarga honum undan krígsrætti, og hann fellur aftur í tann lítillátaða leiklut, sum hann hevði í býnum framman undan krígnum.
Additional information
| Weight | 320 g |
|---|
Related products
-
Not categorized, Novels, Short Stories and Drama, Translations of Faroese Fiction
Náttin í Lissabon
kr. 190,00 Author: Erich Maria RemarqueAdd to cart -
Books, Faroese Books, Drama, Novels, Short Stories and Drama
Páll Fangi, Leikrit 16
kr. 100,00 Author: Louis ZachariasenAdd to cart -
Books, Faroese Books, Novel, Novels, Short Stories and Drama
Bommhjarta – trilogi nr. 2
kr. 298,00 Author: Jóanes NielsenAdd to cart -
Books, Faroese Books, Drama, Novels, Short Stories and Drama
Best man vera sum er, Leikrit 5
kr. 100,00Add to cart -
Books, Faroese Books, Novel, Novels, Short Stories and Drama
Ljómur guddómsins
kr. 248,00 Author: Halldór LaxnessAdd to cart -
Books, Faroese Books, Novel, Novels, Short Stories and Drama
Leksikon um ljós og myrkur
kr. 298,00 Author: Simon StrangerAdd to cart -
Novel, Novels, Short Stories and Drama
Ævisøga- dagbók- brøv
kr. 248,00 Author: Tomas EspedalAdd to cart -
Books, Faroese Books, Novels, Short Stories and Drama, Short story
Søgur úr býnum
kr. 198,00 Author: Jón ThorsteinssonAdd to cart -
Faroese Books, Not categorized, Novels, Short Stories and Drama
Pílagrímar
kr. 220,00 Author: Hanus KambanAdd to cart -
Books, Faroese Books, Novel, Novels, Short Stories and Drama
Hjarta myrkursins
kr. 198,00 Author: Joseph ConradAdd to cart












