

Dreymar um opin vindeygu

Dreymar um opin vindeygu
kr. 250,00
kr. 250,00
Tað eg haldi vera eitt vandamál enn í dag er, at vanlig tjóðaskaparlig mentan og politikkur kann gera eitt fólk veikt, óttafult og fáa okkum at krógva okkum fyri sosialum mobiliteti, moderniteti og globaliseringini. Grundin er, at vit mangan trilvandi halda á við at vilja dyrka okkum sjálvi, fortíðina og tjóðskaparliga tokutaluna, ið vit rópa tjóðskaparligur samleiki. Mín kritikkur kann av mongum tykjast harður, men hann e borin av, at eg síggi veikleikar, har onnur vilja síggja og skapa samleika. Eg síggi tjóðskaparromantiskar søguligar og estetiskar klisjeir, har onnur vilja siga mær, at hetta er føroysk mentan í dag. Eg meini, at í føroyska tjóðskaparliga lívsforminum er ein veikleiki, ið eg ikki bert vil avdúka. Eg vil eisini berjast fyri at seta fram valmøguleikar, men eisini vísa, at hin berandi konstruktiónin í føroysku mentanini krevur viðgerð og ábøtur.
- Description
- Additional information
Description
Sjálvur standi eg á einum sentraleuropeiskum modernistiskum lendi. Tað er her frá, eg havi mína kjølfestu, ið eg fult og fast trúgvi upp á er vegurin fram. Ikki dreymar um tjoðskap, ið er gøddur úr einum lendi av fólkafundum og stórørligum og romantiskum bønarmøtum. Við øðrum orðum, vit skulu berjast fyri at fáa loysing og fyri einari heilt nýggjari og ikki nationalistiskari tjóðarbyging. At júst modernitetur er tað øvuta av niðurarvaðari kognitivari nationalismu. So kunnu frøðingar vera ósamdir um tjóðskaparlig mentan er ein lívsformur, ein lívsstílur, eitt kognitivt mynstur, ein skaptur felagskapur ella alt hetta í senn.
Additional information
| Weight | 462 g |
|---|
Related products
-
Faroese Books, Not categorized, Novels, Short Stories and Drama
Pílagrímar
kr. 220,00 Author: Hanus KambanAdd to cart -
Books, Faroese Books, Novel, Novels, Short Stories and Drama
Bommhjarta – trilogi nr. 2
kr. 298,00 Author: Jóanes NielsenAdd to cart -
Not categorized, Novels, Short Stories and Drama, Translations of Faroese Fiction
Ringanna Harri lll – Kongurin kemur aftur
kr. 400,00 Author: J.R.R. TolkienAdd to cart -
Not categorized, Novels, Short Stories and Drama, Translations of Faroese Fiction
Posthúsið
kr. 100,00 Author: Halldór LaxnessAdd to cart -
Books, Faroese Books, Novel, Novels, Short Stories and Drama
Brahmadellarnir
kr. 298,00 Author: Jóanes NielsenAdd to cart -
Novels, Short Stories and Drama, Translations of Faroese Fiction
Høggararnir
kr. 200,00 Author: Roy JacobsenAdd to cart -
-
Not categorized, Novels, Short Stories and Drama, Translations of Faroese Fiction
Ringanna Harri I – Ringliðið
kr. 400,00 Author: J.R.R. TolkienAdd to cart -
-
Not categorized, Novels, Short Stories and Drama, Translations of Faroese Fiction
Hamlet
kr. 225,00 Author: William ShakespeareAdd to cart












