

Móðurmjólk

Móðurmjólk
kr. 298,00
kr. 298,00
Henda søgan um kvinnur mótvegis statinum dregur fram beisku søgu Lettlands frá 1945 til Berlinmúrurin fall ella neyvari: frá 1969 – 89. Ein øld er umliðin, síðan Lettland alment varð tjóð, og helmingin av tí tíðini hevur landið verið undir sovjetskum
yvirræði. Nora Ikstena lýsir trælatilveruna í sovjettíðini, har ein mamma spakuliga fer í upploysn, samstundis sum frælsið í høvuðsstaðnum Riga nærkast. Hetta er ein beisk søga, sum nú er týdd til 26 mál. Tað 26. er føroyskt.
- Description
- Additional information
Description
Tá ið dunið av tokinum so líðandi fjaraði burtur, kom kvirran. Tað var ein kvirra, mær dámdi. Ein kvirra, har hjartað sló friðarliga, og eg kendi ongan ótta á mær, hvørki fyri mrka skóginum ella fyri nøskum dýrum. Og eg visti ikki av ótta um mammu mína, bara stóra umsorgan, og eg kendi á mær, at tað var soleiðis, tað fór at verða, líka til deyðin gjørdi skilnað okkara millum. Eg sat har og eitt stórt frælsi og eina styrki innan í mær. Aldri aftur skuldi nakar kunna ræða meg soleiðis, sum hasin kamráturin á strivstovuni hjá rektaranum hevði gjørt. Aldri skuldi eg gerast trælur, og frælsi mítt var mítt frælsi, eisini í reyðrótaveltuni. Tí eg hevði havt eydnuna við mær, tað hevði eydnast mær at koma mær út úr móðurlívinum við høvdinum fyri. Og eg hevði hórað undan – við ongari móðurmjólk.
Additional information
| Weight | 346 g |
|---|
Related products
-
Books, Faroese Books, Novel, Novels, Short Stories and Drama
Bommhjarta – trilogi nr. 2
kr. 298,00 Author: Jóanes NielsenAdd to cart -
Books, Faroese Books, Novel, Novels, Short Stories and Drama
Sunnanvert markið og vestanvert sólina
kr. 248,00 Author: Haruki MurakamiAdd to cart -
Books, Faroese Books, Novels, Short Stories and Drama
Náttin í Lissabon
kr. 190,00 Author: Erich Maria RemarqueAdd to cart -
Books, Faroese Books, Drama, Novels, Short Stories and Drama
Ófriðarligar tíðir, Leikrit 7
kr. 100,00Add to cart -
Books, Faroese Books, Drama, Novels, Short Stories and Drama
Hamlet
kr. 225,00 Author: William Shakespeare -
Books, Faroese Books, Novel, Novels, Short Stories and Drama
Brahmadellarnir
kr. 298,00 Author: Jóanes NielsenAdd to cart -
-
-
Books, Faroese Books, Novel, Novels, Short Stories and Drama
Ein er tíðin at liva
kr. 278,00 Author: Steintór RasmussenAdd to cart -
Books, Faroese Books, Novel, Novels, Short Stories and Drama
Leksikon um ljós og myrkur
kr. 298,00 Author: Simon StrangerAdd to cart












