Bardagin um Troiuborg

Bardagin um Troiuborg

kr. 348,00

In stock

kr. 348,00

Theodor Kallifatides bregdar søguna úr Illionskvæðum, hvussu Troia varð hersett, saman við fólkum í eini lítlari grikskari bygd, sum nasistar hava hersett í seinna heimsbardaga.
Eitt heilt fólk fór í kriggj fyri rættin hjá einum manni at eiga eina konu.
Bardagarnir eru blóðugir og andtyggiligir. Tann reini ørskapur.
Skaldsøgan eins og Illionskvæði lýsir ófatiliga ørskapin.

Availability: In stock SKU: 9789997214850 Categories: , , , Tag: Author:

Description

Søgan er einføld, men eigur nógva dýpd. Ein lýsing av mongum, ið ger mun, er, tá ið tríggir mótstøðumenn hava dripið ein týskan heryvirmann og einum teirra eydnast at flýggja. Fyri at tvinga grikkar at nevna navnið á tí flýdda mótstøðumanninum, skulu
týskararnir drepa tríggjar tilvildarligar grikkar hvønn dag, til maðurin er tikin. Hetta hendir samstundis sum, íbúgvarnir í grikska býnum eru tvingaðir at búgva tætt saman við týskarum.Borgarstjórin situr á somu kaffistovu sum leiðarin hjá týskarum. Borgarstjórin situr á somu kaffistovu sum leiðarin hjá týskarum. Gerandislívið skal halda á, hóast hesi fólki eru í kríggi hvørt við annað.
Frásøgufólkið er fimtan ára gamal drongur, sum sær tað, ið hendir, og hugsar um tað, ið hendir, og hugsar um tað. Hann fylgist trúliga í skúla við Dimitri, gentuni, hann altíð hevur kent. Men hann er forelskaður í lærarinnuni. Hann skilir, at tann kærleikin er bannaður, og hann skilir og sær eisini, at lærarinnan er forelskað, ikki í honum, men í kærleika, ið er uppaftur meira bannaður.

Additional information

Weight 299 g