

Úr høvundsins smiðju

Úr høvundsins smiðju
kr. 350,00
kr. 350,00
Bókin Í Úr høvundsins smiðju hevur høvundurin savnað saman eitt úrval við teimum áhugaverdastu tekstunum – ritgerðum, hugleiðingum, søguligum, politiskum og listaligum viðgerðum, ummælum, portrettum og minningarorðum – sum hann hevur fest á blað og almannakunngjørt ta seinastu hálvu øldina.
Her eru umrøður av rithøvundum sum Sigurd Hoel, Thomas Mann, George Orwell og Arthur Koestler og – um vit venda okkum til Føroya – Duritu Holm, Oddvør Johansen og Bergtóru Hanusardóttur. Somuleiðis eru í bókini portrett av sangarum og musikarum sum Leonard Cohen og Bob Dylan, av yrkjarum og sjónleikaskrivarum sum Harold Pinter og – um vit leita aftur í 18. øld – av skaldinum, listamanninum og tí gátuføra sjónarmanninum William Blake.
Í eini drúgvari søguligari viðgerð verður greitt frá, hvussu ríkið Iran – upprunaliga Persia – longu í 1953 vaks fram til at verða eitt fólkaræði í evropeiskari merking, og hvussu USA beindi fyri hesum framstigi. Í fyrilestrinum Carpe Diem – hildin á Føroya Studentaskúla í 2006 – er evnið „Hugvísindir og teirra leiklutur í einum nútíðar skúlaverki“.
Høvuðsevnini í hesum verki eru humanisma, fólkaræði og javnstøða. Tann drúgvi navnalistin seinast í verkinum ger tað lætt hjá lesaranum at leita eftir persónum og evnum.
- Meira kunning
Meira kunning
| Vekt | 1156 g |
|---|
Líknandi vørur
-
Vísindi, skúlabøkur, greinar, heiðursrit o.a.l.
Miðlar mentan og seinmodernitetur
kr. 280,00 Rithøvundur: Firouz GainiLegg í kurv -
-
Málfrøði, Vísindi, skúlabøkur, greinar, heiðursrit o.a.l., Yrkingar, kvæði, sangur og tónleikur
Hentzasavn
kr. 250,00 Rithøvundur: Eivind WeyheLegg í kurv -
Vísindi, skúlabøkur, greinar, heiðursrit o.a.l., Yrkingar, kvæði, sangur og tónleikur
Endurreisn kvæðanna
kr. 140,00 Rithøvundur: Sólfinn HansenLegg í kurv -
Málfrøði, Vísindi, skúlabøkur, greinar, heiðursrit o.a.l.
Faroese. A language course for beginners
kr. 1.000,00 Rithøvundur: Hjalmar P. Petersen, Jonathan AdamsLegg í kurv -
Málfrøði, Vísindi, skúlabøkur, greinar, heiðursrit o.a.l.
Faroese. An Overview and Reference Grammar
kr. 300,00 Rithøvundur: Hjalmar P. Petersen, Höskuldur Thráinsson, Jógvan í Lon Jacobsen, Zakaris Svabo HansenLegg í kurv -
Ferðafólkabøkur, Vísindi, skúlabøkur, greinar, heiðursrit o.a.l.
Naboer i Nordatlanten
kr. 150,00 Rithøvundur: Andras Mortensen, Daniel Thorleifsen, Jón Th. Thór, Ole MarquardtLegg í kurv -
Tíðarrit, Vísindi, skúlabøkur, greinar, heiðursrit o.a.l.
Fróðskaparrit 60 2013
kr. 270,00Legg í kurv -
Bøkur, Føroyskar bøkur, Vísindi, skúlabøkur, greinar, heiðursrit o.a.l., Yrkisbókmentir
North Atlantic Euroscepticism
kr. 220,00 Rithøvundur: Christian RebhanLegg í kurv -
Vísindi, skúlabøkur, greinar, heiðursrit o.a.l.
Lærið íslendskt tekstir 2
kr. 98,00 Rithøvundur: Turið SigurðardóttirLegg í kurv












