

Úr høvundsins smiðju

Úr høvundsins smiðju
kr. 350,00
kr. 350,00
Bókin Í Úr høvundsins smiðju hevur høvundurin savnað saman eitt úrval við teimum áhugaverdastu tekstunum – ritgerðum, hugleiðingum, søguligum, politiskum og listaligum viðgerðum, ummælum, portrettum og minningarorðum – sum hann hevur fest á blað og almannakunngjørt ta seinastu hálvu øldina.
Her eru umrøður av rithøvundum sum Sigurd Hoel, Thomas Mann, George Orwell og Arthur Koestler og – um vit venda okkum til Føroya – Duritu Holm, Oddvør Johansen og Bergtóru Hanusardóttur. Somuleiðis eru í bókini portrett av sangarum og musikarum sum Leonard Cohen og Bob Dylan, av yrkjarum og sjónleikaskrivarum sum Harold Pinter og – um vit leita aftur í 18. øld – av skaldinum, listamanninum og tí gátuføra sjónarmanninum William Blake.
Í eini drúgvari søguligari viðgerð verður greitt frá, hvussu ríkið Iran – upprunaliga Persia – longu í 1953 vaks fram til at verða eitt fólkaræði í evropeiskari merking, og hvussu USA beindi fyri hesum framstigi. Í fyrilestrinum Carpe Diem – hildin á Føroya Studentaskúla í 2006 – er evnið „Hugvísindir og teirra leiklutur í einum nútíðar skúlaverki“.
Høvuðsevnini í hesum verki eru humanisma, fólkaræði og javnstøða. Tann drúgvi navnalistin seinast í verkinum ger tað lætt hjá lesaranum at leita eftir persónum og evnum.
- Additional information
Additional information
| Weight | 1156 g |
|---|
Related products
-
Study Books, Scientific Journals, Articles, Homage Volumes etc
Teoribók til persónbil
kr. 348,00 Author: Hans Jacob HermansenAdd to cart -
History and Society, Study Books, Scientific Journals, Articles, Homage Volumes etc
Konubrot
kr. 230,00 Author: Elin Súsanna JacobsenAdd to cart -
Periodicals, Study Books, Scientific Journals, Articles, Homage Volumes etc
Fróðskaparrit 63 bók 2016
kr. 200,00Add to cart -
Study Books, Scientific Journals, Articles, Homage Volumes etc
Alexandra leaving
kr. 75,00 Author: Hanus KambanAdd to cart -
-
Periodicals, Study Books, Scientific Journals, Articles, Homage Volumes etc
Fróðskaparrit 58. bók
kr. 270,00Add to cart -
Periodicals, Study Books, Scientific Journals, Articles, Homage Volumes etc
Fróðskaparrit 60 2013
kr. 270,00Add to cart -
Children's Books, Study Books, Scientific Journals, Articles, Homage Volumes etc
Hey Ruby
kr. 249,00 Author: Linda LuikasAdd to cart -
-
Study Books, Scientific Journals, Articles, Homage Volumes etc
Filmur innleiðsla í filmmál filml
kr. 220,00 Author: Eilin Hentze, Marjun NiclasenAdd to cart












