

Tollakur hjá Ingibjørg

Tollakur hjá Ingibjørg
kr. 348,00
kr. 348,00
Tollakur er einkjumaður væl við aldur. Hann livir eitt einfalt lív í lítlum húsum. Hann gongur við einum loyndarmáli í sær, ið er so stórt, at tað kann næstan ikki vera satt. Tollakur hevði ein stóran kærleika í lívinum. Hon æt Ingibjørg, og saman
fingu tey tvey børn. Hann hevði sagverkið, har hann hvønn dag kappaði tilfar til øll í bygdini og víða hvar. Tollakur hevði serstaka dreingin Oddo, sum kom til hansara, tá ið eingin annar vildi taka sær av honum. So floymdi nýggja tíðin inn yvir landið, og hon var ikki skiljandi. Fólk fóru at keypa í timburhandlinum í staðin fyri ein planka frá Tollaki. Sagverkið kastaði ikki longur nakað av sær. Ingibjørg tosaði um, at hon hevði hug at flyta inn í bygdina, nærri hinum. Ein ógvislig vanlukka rakti hetta lítla húskið.
- Description
- Additional information
Description
Tá ið vit fara inn í søguna, er Ingibjørg deyð, og børnin eru tilkomin. Heimurin uttan um hann hevur gingið sína leið, men Tollakur kann ikki góðtaka, at dóttirin Hillevi fekk sær útbúgving og starv langt frá bygdini.
Tollakur er í øðini. Honum dámar ikki ,,ta nýggju tíðina” og hatar alt tað, sum onnur kallað framburð. Hann noktar at laga seg eftir nýggju tíðini. Men nú er hann farin at sjúklast og hevur ikki langa tíð eftir, so tað er í tøkum tíma at siga sannleikan. Hann gongur við einum myrkum loyndarmáli og hevur biðið vasknu børn síni hyggja heim.
Additional information
| Weight | 363 g |
|---|
Related products
-
Books, Faroese Books, Novel, Novels, Short Stories and Drama
Bommhjarta – trilogi nr. 2
kr. 298,00 Author: Jóanes NielsenAdd to cart -
Books, Faroese Books, Novel, Novels, Short Stories and Drama
Sunnanvert markið og vestanvert sólina
kr. 248,00 Author: Haruki MurakamiAdd to cart -
Books, Faroese Books, Novel, Novels, Short Stories and Drama
Hjarta myrkursins
kr. 198,00 Author: Joseph ConradAdd to cart -
Books, Faroese Books, Drama, Novels, Short Stories and Drama
Ófriðarligar tíðir, Leikrit 7
kr. 100,00Add to cart -
Books, Faroese Books, Novel, Novels, Short Stories and Drama
Ljómur guddómsins
kr. 248,00 Author: Halldór LaxnessAdd to cart -
Books, Faroese Books, Novels, Short Stories and Drama, Short story
Søgur úr býnum
kr. 198,00 Author: Jón ThorsteinssonAdd to cart -
Books, Faroese Books, Drama, Novels, Short Stories and Drama
Hin politiski kannustoypari, Leikrit 10
kr. 100,00Add to cart -
Books, Faroese Books, Drama, Novels, Short Stories and Drama
Hamlet
kr. 225,00 Author: William Shakespeare -
-












