

Tá ið einglar spæla Mozart

Tá ið einglar spæla Mozart
kr. 298,00
kr. 298,00
,,Hesin lítli lummin av møguleikum mitt í Atlantshavi. So viðbrekin í roynd síni at vinna frælsi. Fullveldistilgongdin, sum kanska als ikki skuldi fara at eydnast. Og kortini…
Tann sjálvstøðugi staturinvar ikki beint fyri framman, men gjøgnum tilgongdina høvdu Føroyar gjørt eitt risalop í myndanini av síni kollektivu tilvitsku. Og við at siga søguna um seg sjálvar sum virkisfúsar høvdu føroyingar sáað fræ til eina søguskriving í nýggja áratúsundinum, har teir ikki longur høvdu leiklutin sum offur fyri einum yvirveldi.”
- Description
- Additional information
Description
Tá ið danski løgfrøðingurin Lisa Bjørn Nielsen í februar 2000 kemur til Havnar at hava framløgu á einari fullveldisráðstevnu, møtir hon fortíð og ungdómskærleika, sum hon helt seg langt síðan hava lagt aftur um seg.
Sum ung búði Lisa í Føroyum í eitt ár. Nú vendir hon 44 ára gomul aftur, men ferðin roynist øðrvísi, enn hon hevði ímyndað sær. Gjøgnum trý samdøgur hittir hon longsil og skuggar úr fortíðini og noyðist at endurskoða lív sítt.
Tá ið einglar spæla mozart er ein skaldsøga um leitanina hjá eini kvinnu eftir meining í einum nútímans heimi. Um at velja og velja frá, um kærleika, tónleik og politikk. Hon er eisini ein frásøgnum tað norðurlendska. Um viðurskiftini millum Føroyar og Danmark fyrr og nú, og um leið føroyinga ávegis til sjálstýri.
Additional information
| Weight | 677 g |
|---|
Related products
-
-
Novels, Short Stories and Drama, Translations of Faroese Fiction
Høggararnir
kr. 200,00 Author: Roy JacobsenAdd to cart -
Books, Faroese Books, Novel, Novels, Short Stories and Drama
Móðir sjeystjørna
kr. 149,00 Author: William HeinesenAdd to cart -
Books, Faroese Books, Novel, Novels, Short Stories and Drama
Brahmadellarnir
kr. 298,00 Author: Jóanes NielsenAdd to cart -
Books, Faroese Books, Novel, Novels, Short Stories and Drama
Vit, Føroya fólk
kr. 278,00 Author: Bjørk Maria KunoyAdd to cart -
Books, Faroese Books, Drama, Novels, Short Stories and Drama
Hin politiski kannustoypari, Leikrit 10
kr. 100,00Add to cart -
-
Books, Faroese Books, Drama, Novels, Short Stories and Drama
Høvdingar Hittast, Leikrit 19
kr. 100,00 Author: Regin í LíðAdd to cart -
Books, Faroese Books, Novels, Short Stories and Drama
Náttin í Lissabon
kr. 190,00 Author: Erich Maria RemarqueAdd to cart -












