

Søgan um Ravnkel Froysgoða

Søgan um Ravnkel Froysgoða
kr. 149,00
kr. 149,00
Ravnkel Froysgoða er íslendsk søga um unga drongin, Ravnkel, sum kemur til Íslands í landnámstíðini seinast í 800-talinum.
Ungi Ravnkel setir búgv í einum dali, har hann ger stóra blótveitslu fyri Froyi, gudi sínum. Hann fær sær nógvan fenað, seyð, neyt, geitir og ross. Men aftur at hesum eigur Ravnkel ein dýran grip, sum hann metir hægri enn alt annað, og tað er hesturin, Froyfaksi. Ravnkel vígdi og gav Froyi helvtina av hestinum, sum eisini nevndist eftir gudinum. Síðan svór Ravnkel tann eið, at um nakar maður setti seg á hestin og reið honum, skuldi hann láta lív.
Stóran garð við nógvum fenaði hevur nú Ravnkel, og nógvir ungir menn biðja sær starv á garðinum. Eisini ein fátækur drongur kemur til garðs og biður starv, og hann sleppur at røkta seyðin uppi í dalinum, men verður biðin um at hava eyguni væl við Froyfaksa og ryssufylgi hansara.
Hvat, ið síðan hendir, skal ikki avdúkast, men spennandi søga tekur seg upp við ógvisligum fylgjum fyri allar partar.
- Additional information
Additional information
| Weight | 222 g |
|---|
Related products
-
Novel, Novels, Short Stories and Drama
Bókin um Kamalu
kr. 129,00 Author: Inger Edelfeldt, AuthorsAdd to cart -
Books, Faroese Books, Novel, Novels, Short Stories and Drama
Hjarta myrkursins
kr. 198,00 Author: Joseph ConradAdd to cart -
-
-
Novels, Short Stories and Drama, Translations of Faroese Fiction
Høggararnir
kr. 200,00 Author: Roy JacobsenAdd to cart -
Novel, Novels, Short Stories and Drama
Ævisøgan um monologin
kr. 248,00 Author: Olaf S. ThomsenAdd to cart -
Books, Faroese Books, Drama, Novels, Short Stories and Drama
Best man vera sum er, Leikrit 5
kr. 100,00Add to cart -
Books, Faroese Books, Novel, Novels, Short Stories and Drama, Translations of Faroese Fiction
Bannað veri tíðaráin
kr. 200,00 Author: Per PettersonAdd to cart -
Books, Faroese Books, Drama, Novels, Short Stories and Drama
Høvdingar Hittast, Leikrit 19
kr. 100,00 Author: Regin í LíðAdd to cart -
Books, Faroese Books, Drama, Novels, Short Stories and Drama
Vinarlig hjún, Leikrit 17
kr. 100,00 Author: Torvald TuAdd to cart












