

Neyðardýrið

Neyðardýrið
kr. 298,00
kr. 298,00
- Description
- Additional information
Description
Einaferð, ikki so langt síðan, kom eitt barn, Neyðardýrið, krúpandi út úr skóginum. Ungin kreyp upp um veitarbakkan og fór miðleysur tøtlandi eftir eyrvegnum. Tað var ein syrgilig sjón.
Hesin ungin var órøktur og ljótur. Hárið lá í sperðlum. Pannan var rukkut. Eitt brá av ræðslu stakk fram, yvir teimum skorpnaðu nasagluggunum mólu eyguni í honum. Varrarnar vóru stívar og bláar, hálsurin alt ov klænur. Á yvirpartinum hekk ein langur klútur ella lurvutur vestur, og niðanfyri stakraðu tvey klantraslig bein við knæliðum, ið vóru breiðari enn bæði leggir og lør. Ungin var berføttur. Teir alt ov stóru føturnir líktust vátum rakhosum. Knúgvarnir á aðrari hondini bóru av og við jørðina. Og inn ímóti rivjabeinunum lá ein slitin skjátta kleimd inn ímóti tí neyðarsliga, kropn kroppinum, kanska ein brævbjálvi, sum eitt dýr, ið kom út úr skóginum við einum boðum.
Einsamalli drongurin, Oskar, sum er tikin til fosturs á garðinum hjá Eyð og Ólavi fyri kost og visti varnast eitt barn í skóginum, eitt ótamt barn, sum hann tekur við sær til hús. Tað hevur løgið vakstrarlag og at kalla einki mál. Men við umsorgan fer tað at mennast.
Additional information
| Weight | 321 g |
|---|
Related products
-
Books, Faroese Books, Novel, Novels, Short Stories and Drama
Hjarta myrkursins
kr. 198,00 Author: Joseph ConradAdd to cart -
Books, Faroese Books, Drama, Novels, Short Stories and Drama
Ófriðarligar tíðir, Leikrit 7
kr. 100,00Add to cart -
Books, Faroese Books, Drama, Novels, Short Stories and Drama
Vinarlig hjún, Leikrit 17
kr. 100,00 Author: Torvald TuAdd to cart -
Books, Faroese Books, Drama, Novels, Short Stories and Drama
Páll Fangi, Leikrit 16
kr. 100,00 Author: Louis ZachariasenAdd to cart -
Novel, Novels, Short Stories and Drama
Ævisøga- dagbók- brøv
kr. 248,00 Author: Tomas EspedalAdd to cart -
-
Books, Faroese Books, Drama, Novels, Short Stories and Drama
Vónbrot, Leikrit 18
kr. 100,00 Author: Charlotte EilersgaardAdd to cart -
Books, Faroese Books, Drama, Novels, Short Stories and Drama
Jeppi á Fjallinum, Leikrit 11
kr. 100,00Add to cart -












