

Himmaleldur

Himmaleldur
kr. 248,00
kr. 248,00
Hann tók telefonina upp. Steðgaði á, tá hann sá navnið á skíggjanum. Alt sá út, sum tað plagdi: eitt sindur av klæðum lógu tveitt á dýnuni, heimaarbeiðið lá slongt á skriviborðinum. Klokkan tikkaði við síðuna av songini. Tann einasti munurin var,
at navnið hjá Eriki lýsti á telefonini. At røddin á Eriki bara var eitt fingratrýst burtur. Hann kundi ikki svara. Hann kundi heldur ikki lata vera við at svara.
- Description
- Additional information
Description
Lívið hjá Ánte er merkt av teimum sámisku siðvenjunum. Hjá honum er tað sjálvsagt, at hann – sum einasta barn í familjuni – skal halda fram at arbeiða við reinsdjórunum. Men knappliga er okkurt annað har. Okkurt, sum órógvar og dregur. Kenslurnar, hann hevur havt fyri vinmanninum, Eriki, eru broyttar til okkurt størri. Men hvat høvdu øll sagt, um tey vistu av tí? Og hvørjar kenslur hevur Erik?
Additional information
| Weight | 412 g |
|---|


