

Eldsins gáta

Eldsins gáta
kr. 70,00
kr. 70,00
Sófía suffaði og vendi sær við. Rósa hevði reist seg frá sessinum við húsavegginum og bukkaði seg niður eftir hyppijarninum, sum lá á vøllinum. Sofía rukkaði brýr. Tað sá so tungt og trupult út, tá ið Rósa tók hyppijarnið upp. Sum var tað brádliga vorðið tvífalt so tungt sum dagin fyri. Men hon legði tað á økslina og rættaði ryggin. Fór til gongu móti tí lítla jarðarteiginum, sum lá upp at grundini hjá frú Mukulela, har hønurnar gingu og kákaðu.
Sofía varð standandi eygleiddi Rósu.
Í fyrstuni visti hon ikki hví. Beint eftir tað gáaði hon eftir, at okkurt var øðrvísi. Rósa gekk ikki, sum hon var von, løtt á fótum, fatt og við dandandi mjadnum. Tað var, sum strevaði hon seg fram, sum var hvørt fetið ein plága. Sofía krympaði eyguni og helt fram at eygleiða hana. Rósa var komin til ta lítlu veltuni nú. So lyfti hon hyppijarnið upp.
Og misti tað.
- Additional information
Additional information
| Weight | 331 g |
|---|


