

Himmal og helviti

Himmal og helviti
kr. 348,00
kr. 348,00
Skaldsøgan fer fram fyri meir enn hundrað árum síðan á Vestfjørðum, innast í einum firði, millum høg fjøll, í veruleikanum á botni heimsins, har tað viðhvøtr er so góður sjógvur, at tað ber til at fara oman í fjøruna og kína aldunum.
Drongurin og Bárður fara til útróðrar við seksmannafari á náttartíð. Teir bíða tolnir, til teir koma í fisk, sum hevur svomið í sjónum í 120 milliónir ár. Hóast troyggjurnar eru væl tøvdar, smýgur pólvindurin sær ígjøgnum. Stutt er millum lív og deyð, í grundini bara eitt plagg, ein stúka.
Skaldsøgan snýr seg um fólk og sjógv og sjógv og fólk, og tí er hon viðkomandi fyri føroyska lesaran, ið helst kennir seg aftur.
Himmal og helviti er fyrsta bókin tríverkinum um DREINGIN.
- Description
- Additional information
Description
Í verkinum verður lesarin drigin inn í lítla útróðrarbygd á Vestfjørðum fyri stívliga hundrað árum síðan, har treystir menn leggja til havs um dagarnar og berjast við sjálva náttúruna. Í frásøguni er ungur, navnleysur maður, ikki kallaður annað enn “drongurin”, og vinur hansara Bárður. Teir rógva út saman á einum seksæringi.
Henda greipan víkur fullkomiliga frá hinum útróðarmonnunum, tí teir loyva sær at gloyma bardagan fyri lívinum við at lata seg søkka niður í bókmentir. Dreinginum leingist eftir onkrum øðrum enn tí, tað karga sjómannalívið býður. Hugurin reikar um gleim, og hann tráar eftir at læra mál og víðka sjónarringin.
Á útróðri ein dagin brestur illveður á sum eitt skot. Tó at troyggjurnar eru væl tøvdar, gýsur ógvisligi vetrarkuldin ígjøgnum tær, og Bárður frystir til deyðis úti á opnum havi.
Drongurin er nú einsamallur í heiminum.
Nívdur av sorg fer hann úr bygdini og ætlar sær at bera eigaranum bókina “Mista paradísið” aftur. Hann leggur ikki lag í nakað, tí hann hevur gjørt av at sameinast við vinmannin í deyðanum. Men tá ið hann kemur inn í býin, verður hann øðrvísi bergtikin av tí lívi, ið har er, og hann ger av, at hann kann ikki sameinast við vinmannin so beinanvegin.
Additional information
| Weight | 350 g |
|---|
Related products
-
Novel, Novels, Short Stories and Drama
Bókin um Kamalu
kr. 129,00 Author: Inger Edelfeldt, AuthorsAdd to cart -
Books, Faroese Books, Drama, Novels, Short Stories and Drama
Tvinni Pør, Leikrit 14
kr. 100,00 Author: Peder R. MøllerAdd to cart -
Books, Faroese Books, Novel, Novels, Short Stories and Drama
Ljómur guddómsins
kr. 248,00 Author: Halldór LaxnessAdd to cart -
Books, Faroese Books, Novels, Short Stories and Drama, Short story
Søgur úr býnum
kr. 198,00 Author: Jón ThorsteinssonAdd to cart -
-
Books, Faroese Books, Novel, Novels, Short Stories and Drama
Vit, Føroya fólk
kr. 278,00 Author: Bjørk Maria KunoyAdd to cart -
Not categorized, Novels, Short Stories and Drama, Translations of Faroese Fiction
Náttin í Lissabon
kr. 190,00 Author: Erich Maria RemarqueAdd to cart -
Books, Faroese Books, Drama, Novels, Short Stories and Drama
Páll Fangi, Leikrit 16
kr. 100,00 Author: Louis ZachariasenAdd to cart -
Books, Faroese Books, Drama, Novels, Short Stories and Drama
Hin politiski kannustoypari, Leikrit 10
kr. 100,00Add to cart -












