

Gloym meg

Gloym meg
kr. 298,00
kr. 298,00
- Description
- Additional information
Description
Hetta er tekstur, ið kensluliga nemur ógviliga djúpt, um hvussu sárbær børn eru.
Tað er ein sorg og vónloysi í lítla dronginum, sum eingin kann verja seg fyri. Tá ið hann lýsir neyvt, hvussu hann eygleiddi mammu sína, tá ið hon ikki var, sum hon átti at vera. Allar fløskurnar, at hon legðist upp í song, óttin fyri, hvat kundi henda henni og øll ábyrgdin av at verja hana fyri annara eygum. Eingin skuldi fáa at vita…
Og so sorgin og ørkymlanin um, at alt ikki var í lagi í familjuni. Har var eingin at spyrja ella fáa stuðul frá. Bara einsemi. Og móðurloysi. Mamman, sum hann var so góður við, var ikki har longur, og honum longdist eftir henni. Og honum longdist eftir einum sindri av eymleika frá øðrum.
Árini ganga og støðan bæði versnar og batnar. Ein syrgilig ættarsøga er avdúkað við kulda, tøgn og fjarstøðu.
Alex sigur seg skriva fyri at endurskapa barndómin. Fyri at sættast við tann, hann veruliga hevði og at minnast tann, honum longdist eftir, tey fyrstu árini, tá ið mammufavnurin enn var opin. Tann, sum kápumyndin vísir, ein mynd av mammuni og Alex sum hann fann, tá ið hann seinni ruddaði eftir hana.
Heitið “Gloym meg” vísir til orðini hjá mammuni, tá ið hon ikki vildi viðurkenna, hvaðna minni tosa um, sína alkoholismu. So ræðuliga syrgiligt!
Additional information
| Weight | 393 g |
|---|
Related products
-
Books, Faroese Books, Drama, Novels, Short Stories and Drama
Høvdingar Hittast, Leikrit 19
kr. 100,00 Author: Regin í LíðAdd to cart -
Books, Faroese Books, Novels, Short Stories and Drama, Short story
Søgur úr býnum
kr. 198,00 Author: Jón ThorsteinssonAdd to cart -
Books, Faroese Books, Novel, Novels, Short Stories and Drama
Brahmadellarnir
kr. 298,00 Author: Jóanes NielsenAdd to cart -
Novels, Short Stories and Drama, Translations of Faroese Fiction
Høggararnir
kr. 200,00 Author: Roy JacobsenAdd to cart -
Books, Faroese Books, Drama, Novels, Short Stories and Drama
Hamlet
kr. 225,00 Author: William Shakespeare -
Books, Faroese Books, Drama, Novels, Short Stories and Drama
Páll Fangi, Leikrit 16
kr. 100,00 Author: Louis ZachariasenAdd to cart -
Books, Faroese Books, Novel, Novels, Short Stories and Drama, Translations of Faroese Fiction
Bannað veri tíðaráin
kr. 200,00 Author: Per PettersonAdd to cart -
Books, Faroese Books, Novel, Novels, Short Stories and Drama
Móðir sjeystjørna
kr. 149,00 Author: William HeinesenAdd to cart -
-
Novel, Novels, Short Stories and Drama
Bókin um Kamalu
kr. 129,00 Author: Inger Edelfeldt, AuthorsAdd to cart












