

Westward Ho 1884-2024

Westward Ho 1884-2024
kr. 298,00
kr. 298,00
- Lýsing
- Meira kunning
Lýsing
Bókin sigur frá søguni um sluppina Westward Ho, sum T.F. Thomsen á Tvøroyri keypti úr Grimsby í 1895. Sluppin varð bygd í Grimsby í 1884 og fylti sostatt 140 ár í fjør. Tá Thomsen keypti hana í 1895, var hon søgd at vera besta slupp í Grimsby. Bókin greiðir frá vinnuliga fiskiskapinum hjá Westward Ho øll árini, ið Thomsen-fyritøkan átti hana fram til 1964, tá hon var løgd. Í 1965 keypti Grunnurin Sluppin Westward Ho við tí endamáli at varðveita sluppina sum eitt siglandi minni um slupptíðina. Síðani 1968, tá endurbygda sluppin sum deyðsiglari vitjaði í Esbjerg, hevur hon á nærum hvørjum árið verið á ferðum uttanlands og á tiltøkum í Føroyum. Bókin sigur frá fleiri av hesum ferðum. >br< Nógv góð fólk hava fram til dagin í dag lagt stóra orku í at halda sluppina í siglingarførum standi. Umframt regluligt viðlíkahald hevur verið neyðugt við fleiri umfatandi umvælingum. Eftir at Tórshavnar kommuna í 2005 átók sær fíggjarligu ábyrgdina av sluppini, hava karmarnir verið tryggari. Treytin er tó, at Sluppvinirnir framhaldandi gera stórt sjálvboðið arbeiði at halda sluppina og at sigla avtalaðar og umbidnar túrar stóran part av summarhálvuni. Ein táttur í hesum eru árligu fiskikappingarnar millum allar sættu flokkarnar í Tórshavnar kommunu. >br< Umframt at greiða frá søguni um Westward Ho, sigur bókin eisini frá tunga takinum hjá føroyingum at fara frá áttamannafarinum til havfiskiskap við sluppum. Harumframt er ein samandráttur á enskum.
Meira kunning
| Vekt | 950 g |
|---|
Líknandi vørur
-
Bøkur, Føroyskar bøkur, Søga og samfelag, Yrkisbókmentir
Havnar Handverarafelag 70 ár – Fyrra bind: Forsøgan og til 1979
kr. 328,00 Rithøvundur: Erhard JacobsenLegg í kurv -
-
-
-
Bøkur, Føroyskar bøkur, Listabøkur og fotobøkur, Søga og samfelag
Gomlu prestagarðarnir
kr. 390,00 Rithøvundur: J. P. GregoriussenLegg í kurv -
Søga og samfelag, Týddar til enskt
Brethren in the Faroes
kr. 300,00 Rithøvundur: Tórður JóanssonLegg í kurv -
Søga og samfelag, Yrkingar, kvæði, sangur og tónleikur
Baladas épicas feroesas
kr. 220,00 Rithøvundur: Malan Marnersdóttir, Mariano González CampoLegg í kurv -
Bøkur, Føroyskar bøkur, Søga og samfelag, Yrkisbókmentir
Trolaralív søgur úr Barentshavinum
kr. 50,00 Rithøvundur: Torleif Johannesen -
Endurminningar, Søga og samfelag
Sær er siður á landi
kr. 298,00 Rithøvundur: Rasmus RasmussenLegg í kurv -
Søga og samfelag
Úr eyga til varandi aling. Fiskaaling 50 ár
kr. 298,00 Rithøvundur: Helgi JacobsenLegg í kurv












