Uppskriftir til bindimaskinu

Uppskriftir til bindimaskinu

kr. 375,00

In stock

kr. 375,00

“Longu frá barnaárum havi eg altíð verið sera áhuga í hondarbeiði. Mamma átti bindimaskinu, og eg slapp eisini at binda við henni. Minnist, at eitt tað fyrsta eg bant var ein grønur vestur við lummum.
Sum vaksin havi eg eisini brúkt møguleikan at gera hondarbeiði, brodera og seyma.

Etfir at hava bundið við maskinu í fleiri ár, fór eg at hava skeið í kvøldskúla, her eg lærdi onnur at brúka bindimaskinu og fáa gleði av hesum serstaka arbeiði. Eg sá tørvin í at fáa uppskriftir til vega, tí ongar uppskriftir eru á føroyskum, tó er møguligt at fáaútlendskar uppskriftir.

Hesi seinastu uml. 3 árini havi eg so arbeitt við hesi bókaútgávu við 27 uppskriftum. Umráðandi er at duga at røkja amboðini, sum skulu brúkast, og tí er vegleiðing eisini við.

Uppskriftirnar eru bæði til tey, sum nýliga eru byrjað, og eisini eru uppskriftur til tey, sum eru meira roynd.

Tøki: Á goymslu Vørunummar: 9789991838571 Vørubólkar: , , Rithøvundur: