Illgruni

Illgruni

kr. 298,00

In stock

kr. 298,00

Hans Barlach løgreglumaður er farin at eldast. Hann hevur havt krabba, men ernast nú spakuliga aftureftir skurðviðgerð.
Ein dagin varnast hann, at vinmaðurin Samuel, sum er lækni á sjúkrahúsinum, brádliga bliknar, tá iðhann sær eina mynd í blaðnum LIFE.
Maðurin á myndini sigst vera týski læknin Nehle, sum á andstyggiligasta hátt skurðviðgjørdi fangaródoyvdar í týningarleguni Stutthof og síðan tók sítt egna lív í 1945.
Samuel greiðir Hans frá, at Nehle líkist óhugnaliga nógv einum Fritz Emmenberger, sum hann lassaman við, og sum segðist búgva í Kili í krígnum.
Teir fáa illgruna um, at Nehle og Emmenberger eru ein og sami maður. At hann framdi misgerðirnar ítýningarleguni undir navninum Nehle, fór aftur til Sveis eftir kríggið og fór at reka sína egnuviðgerðarstovu.
Ráð verða løgd um, hvussu maðurin skal verða avdúkaður, men tað gongst ikki eftir ætlan …

Tøki: Á goymslu Vørunummar: 9789997215390 Vørubólkar: , , , Tag: Rithøvundur:

Lýsing

Henda øldin er og hevur á so mangan hátt verið ein uppgerðartíð, eitt tíðarskeið, har tú í heilum fært eina kenslu av at missa yvirlit og tamarhald og mást ásanna, at yvirhøvur einki er tann sjálvsagdi lutur, tú helt tað vera – heldur ikki friður við sátt og semju, sum seinastu mongu árini hevur rátt í okkara priviligeraða parti av heiminum. Í yrkingini Onkran morgun hjá Jóanesi Nielsen í yrkingasavninum Brúgvar av svongum orðum frá byrjanini av øldini (2003) verður staðfest, at alt, sum er fast, loysnar, og henda orðing rakar við eitt tíðarskeið á tremur av nýggjum møguleikum, men sum eisini í stóran mun hevur verið merkt av hóttanum og brotasjógvum, ið á ymiskan hátt fluttu okkum í mátanum at liva og hugsa – eisini listaliga.
Ein tílík dynamisk broytingarstøða, sum í dag – nú alt flytur seg – loysnar, og gamlir autoritetir støðugt verða bjóðaðir av, er neyvan haldbesta støðið undir einari listasøgubók – í øllum førum ikki, um talan var um tað gamla slagið av eini kanoniserandi listasøgu, har ein hópur av listafólkum og -rákum verða lýst og viðgjørd í tíðarrøð við miklum víðskygni og við einum at síggja til greiðum yvirliti við hierarkii, og hvar hvør hoyrir til. Hetta tykist meira ella minni vónleyst, tá sjálvt undirstøðið rillar og hevur gjørt tað alla øldina, so at gamlar skipanir missa ræði og autoritet – eisini sjálvur yrkisbókamiðilin við sínum annars naglfasta og permanenta líki. Soleiðis má tað vera, tá alt flytur seg so mikið skjótt, at leksikon og tílíkar handbøkur gerast ótíðarhóskandi longu áðrenn, tey eru liðugt prentað.
Lagt verður fyri við eini langari ritroynd um samfelagsligar og mentanarligar hendingar, sum eyðmerkja 21. øld úti og heima. Harnæst verður greitt frá listaligum slóðbrótarum – eldri sum yngri – hvørs árin merkjast langt inn í okkara tíð og um listalig frambrot, sum javnt og samt føra okkum fram á leið. Síðan er ein drúgv viðgerð av listini hjá yvir hálvtrýss listafólkum og at enda ein eftirskrift, har tikið verður saman um rák og samtíð.

Meira kunning

Vekt 242 g