

Com-Data 40 ár – ein føroysk fyritøka uttan fordømi

Com-Data 40 ár – ein føroysk fyritøka uttan fordømi
kr. 270,00
kr. 270,00
- Lýsing
- Meira kunning
Lýsing
Søgan um Com-Data er rættiliga serstøk í føroyskum høpi, at tveir úrmælingar á hvør sínum øki tilvildarliga hittast á einum telduskeiðið í Klaksvík. Líggjast í Bø sum tann ídni íverksetin, og Símun Pauli Konoy sum tann stóri teldusnillingurin. Saman síggja teir avgerandi møguleikar í teldutøknini, sum nóg illa er komin í gongd, tá ið teir stovna fyritøkuna Com-Data í august 1980. Ein fyritøka, ið fekk ógvuliga avgerandi týdning fyri menningina av teldutøknini í Føroyum og øllum tí føroyska samfelagnum upp gjøgnum áttatiárini og síðan frameftir.
Samanrenningin millum hesar báðar føroyingarnar er ikki sørt lík søguni um teir báðar amerikumenninar Steve Jobs og Steve Wozniak yviri í USA í sjeytiárunum, har teir í bilhúsinum hjá fyrrnevnda í Los Altos í Kalifornia fóru undir at menna smáteldur, so tær kundu gera nyttu. Her varð grundarlagið lagt undir Apple, sum í dag er ein av heimsins størstu og ríkastu fyritøkum.
So væl gekst ikki hjá Com-Data, men tað er lítið at ivast í, at klaksvíksfyritøkan eigur størsta heiðurin av, at tað gekk so skjótt at teldugera føroyska vinnulívið og landið annars. Í frægasta føri hevði tað tikið fleiri ár longur at sett hol á ta menningina, um hesir framskygdu menn ikki vóru farnir í gongd við tað arbeiðið, sum fyritøka teirra og starvsfólkini í Com-Data løgdu fyri dagin í áttati- og nítiárunum.
Bókin umrøður bæði tíðina, tá Com-Data byrjaði sítt virksemi, tá tað var í hæddini, og somuleiðis, tá tað gekk aftur á hond. Samrøður eru gjørdar við høvuðspersónarnar og nøkur onnur av teimum, sum starvaðust í fyritøkuni, eins og við fleiri samstarvsfelagar, ið fingu stóra gleði og nyttu av veitinum og tænastum frá Com-Data.
Somuleiðis gevur bókin ígjøgnum søguna um Com-Data eina mynd av, hvussu góðar tíðirnar vóru í Føroyum upp gjøgnum áttatiárini. Samfelgashjólini mólu alsamt skjótari, til stígur síðst í áttatiárunum kom í bæði vinnulívið og samfelagið alt. Hetta elvdi síðani til, at landið fór á húsagang í 1992, og størsta samfelagskreppa, ið hevur verið her á landi, tók seg upp.
Forlag: Skálagarður 2021, 187 síður. Innbundin.
Meira kunning
| Vekt | 673 g |
|---|
Líknandi vørur
-
Bøkur, Føroyskar bøkur, Søga og samfelag
Kvinnur í landspolitikki
kr. 250,00 Rithøvundur: Beinta Løwe -
Ferðafólkabøkur, Kókibøkur, Søga og samfelag
Traditional Faroese food culture
kr. 129,00 Rithøvundur: Jóan Pauli JoensenLegg í kurv -
Forlag H.N. Jacobsens, Søga og samfelag
Tann Deiliga Havn
kr. 50,00 Rithøvundur: William HeinesenLegg í kurv -
Søga og samfelag, Yrkingar, kvæði, sangur og tónleikur
Baladas épicas feroesas
kr. 220,00 Rithøvundur: Malan Marnersdóttir, Mariano González CampoLegg í kurv -
Søga og samfelag, Vísindi, skúlabøkur, greinar, heiðursrit o.a.l.
Sæteren ved Argisbrekka
kr. 328,00 Rithøvundur: Ditlev L. MahlerLegg í kurv -
-
Bøkur, Føroyskar bøkur, Náttúra og atlas, Søga og samfelag, Yrkisbókmentir
Hagabókin. Fyri uttan á Skarði
kr. 298,00 Rithøvundur: Ymiskir rihøvundarLegg í kurv -
Bøkur, Føroyskar bøkur, Søga og samfelag, Yrkisbókmentir
Havnar Handverarafelag 70 ár – Fyrra bind: Forsøgan og til 1979
kr. 328,00 Rithøvundur: Erhard JacobsenLegg í kurv -
Bøkur, Føroyskar bøkur, Søga og samfelag, Yrkisbókmentir
Fjálgasta friðskjól á foldum
kr. 350,00 Rithøvundur: Janus Mohr












